2016-05-25 11:44
Sum í ævintýrinum.....
Tað er næstan sum í ævintýrinum, tá ið
spegilin á vegginum har fær spurningin,
???hvør er vakrast í kongsríkinum????. Spurdu
vit nú spegilin ???hvør er best í kongsríkinum???
var svarið: ???Tað ert tú Danmark, men ansa
tær, tí Føroyar fara at taka teg!???
Hetta er søgan um góð evni, ídni, gott arbeiði
í flogbóltsfeløgunum, væl skipað og miðvíst
ungdómsarbeiði og A-landsliðsarbeiði í
Flogbóltssambandinum og føroyskar leikarar
í bestu donsku deildunum. Alt tað til samans
hevur gjørt, at vit føroyingar kunnu siga, at
vit nú eiga eitt A-landslið hjá kvinnum, sum
er á stigi við danska A-landsliðið. Og vit
eiga besta leikaran í kvinnuflogbólti í øllum
kongsríkinum. Hon er Sofía Purkhús, og
hon er á vøllinum saman við øllum hinum
fantastisku kvinnunum hjá okkum.
??ll árini síðan stovnanina í 1980, hevur
Flogbóltssamband Føroya lagt seg eftir at
hava miðvíst landsliðsarbeiði. Frá teimum
smáu til tey eldru. Á Oyggjaleikum, í
Norðurlendskum kappingum og í EMkappingum, har vit nú eisini hava U19
og U20 landslið. Altíð við dreyminum og
dirvinum at skipa fyri í Føroyum.
Tað er hetta støðuga altjóða virksemið,
sum hevur sín stóra leiklut í úrslitunum.
Og gloymið ikki, at vit á yngru liðunum
hava fleiri leikarar, sum við tíðini og røttu
umstøðunum kunnu røkka enn longur.
Flogbóltsfamiljan í Føroyum er sera sterk,
men politiski myndugleikin má raðfesta
atljóða virksemið hjá allari føroysku ítróttini
serstakt og hægri enn nú. Vit høvdu í 2015
serstaka altjóða pulju, sum kom ómetaliga
væl við ??? serliga hjá teimum, ið tá skipaðu fyri
kapping í Føroyum. Tað eru slíkar skipanir, ið
eru neyðugar, so tað gerst møguligt áhaldandi
at vera við á altjóða stigi og ikki minst bjóða
kappingar sum hesa og tær í fjør fram her í
Føroyum. Tí tað er drúgt og dýrt at vinna
seg fram ímillum tey bestu, men tað er bæði
stríðið og pengarnar vert. Serliga, tá ið vit nú
kunnu leika á heimavølli, og vit merkja gleðin
hjá leikarum og avvarðandi og tann holla
stuðul, vit fáa innanhýsis og frá kommunum
og hollum stuðlum.
Eg takki tykkum øllum somlum hjartaliga
??? tað ber bara til, tá ið vit eru nógv, ið ganga
saman um tað.
Koyrið á Føroyar!
Flogbóltssamband Føroya

Magnus Tausen
formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald