Tíðindaskriv ??? HM í badminton fyri unglingar í Bilbao, Spania
November 2016 er ein stórur mánaður fyri føroyskt badminton. Fyrst skulu seks av okkara ungu leikarum royna seg til HM í Bilbao, og í døgunum 9. ??? 14. november skulu tey eldru vera við til EM fyri blandað lið í Sofia, Bulgaria.
30. oktober fóru seks av okkara allarbestu ungu badmintonleikarum at taka lut í HM fyri U19 - leikarar - blandað lið í Bilbao, sum verður í døgunum 02. ??? 06. november. Tilsamans eru 59 tjóðir umboðaðar til HM. Dystirnir verða spældir í sera flottu Bilbao Arena, har pláss er fyri 5000 áskoðarum.
Tey seks, sum fóru avstað eru:
Kristina Eriksen, HBF
Gunnva Jacobsen, HBF
Alma Kentsdóttir, HBF
Dann Fróðason, MBF
Rani í Bø, KBF
Bartal Poulsen, VÍF
Landsliðsvenjarin Aritra Nandy verður eisini við á ferðini. Ferðaleiðari á túrinum er Mogens Eriksen.
Føroyar eru í bólki saman við Týsklandi og Portugal, sum ávíkavist eru nummar 15 og 37 í heiminum.
???Hetta er ein sera stór avbjóðing fyri okkara ungu leikarar, men samstundis eisini ein uppliving av teimum heilt stóru???, sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen.
Fyrsti dystur verður spældur hósdagin kl. 08.30 ímóti Portugal.
Til ber at fylgja okkara badmintonleikarum á facebook-síðunum hjá Badmintonsamband Føroya ella BWF World Junior Championships Bilbao 2016. Eisini ber til at fylgja við á bilbao2016.badminton.es.
Allarbestu eydnu til okkara U19-landslið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald