2015-08-10 14:46
Mín heilt greiða og avgjørda áskoðan er, at hjúnarbandið er millum mann og kvinnu. Vil gjarna gera hetta púra greitt, so veljarin kennir mína støðu í hesum álvarsliga máli. Eftir mínum tykki álvarsligasta mál, ið nakrantíð hevur verið á løgtingi.
Tað eru nógvar góðar grundir til at halda fast við hjúnarbandið, soleiðis sum tað altíð hevur verið, nevniliga ímillum ein mann og eina kvinnu. Børnini eru tað dýrabarasta vit eiga og eru okkara gimsteinar. Ein familju við mammu og pápa, har bæði eru tilvitaði um sína ábyrgd, er besti karmur um ein nátúrligan og tryggan uppvøkstur. Júst hetta, at maður og kvinna eru ólík, ger, at mamman og pápin eru teir týdningarmestu identifikatiónspersónarnir og fyrimyndirnar hjá barninum. Tann sum kennir eitt lítið sindur til barnasálarfrøði veit, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri menningina av samleika og sjálvsmynd hjá einum barni.
Barnakonventiónin hjá ST sigur eisini,at barnið so vítt tað er gjørligt, skal hava rætt til at kenna síni foreldur og fáa umsorgan frá teimum. (Artikkul 7.1)
Haldi ikki, at vit nóg væl duga at ímynda okkum, hvørjar avleiðingar ein tulking av hjúnarbandinum fer at hava fyri komandi ættarlið. Nevniliga hetta, at vit fáa eina lóg, sum opnar fyri, at ein mamma líka so gjarna kann vera ein maður, og at ein pápi kann býtast um við eina kvinnu.
Tá tað er sagt, so vil eg skunda mær at leggja aftrat, at ongin av okkum hevur loyvi til at fordøma onnur við aðrari áskoðan á hetta. Vit hava heldur ikki myndugleika til tess. Ongin av okkum kann døma onnur við aðrari áskoðan í hesum málinum. Tað tilkemur ikki okkum.
Persónliga kenni eg fleiri fólk, sum eru samkynd. Eg virði hesi eins nógv og onnur, og kundi ikki droymt um at fordømt ella niðurgjørt tey á nakran hátt.
Kjakið gerst ofta heitt, tá komið verður inn á hjúnarbandslógina. Spurningurin um fólk av sama kyni skulu kunna ganga í hjúnarlag saman hevur fylt nógv í seinastuni.¬ Sjálv meti eg, at tað viðhvørt kundi verið meira virðiligt frá báðum síðum.
Eg havi og fari altíð at hava tað áskoðan, at hjúnarbandið er millum mann og kvinnu. Fari tí ongantíð at atkvøða fyri, at fólk av sama kyni kunnu ganga í hjúnarlag.
Haldi veljarin hevur krav uppá at kenna mína støðu í hesum álvars máli.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingslimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald