Mítt hjartamál til hetta valið er at stríðast fyri at verja hjúnabandið, soleiðis at tað framhaldandi verður ein stovnur bara fyri ein mann og eina kvinnu.
Hetta er høvuðsorsøkin til, at eg stilli upp aftur!
Eingin dugir at ímynda sær, hvørjar avleiðingar tað fer at hava á børn og komandi ættarlið, um hjúnabandið verður vanvirt og gjørt kynsneutralt, og tað fer at verða soleiðis, at ein mamma líka so gjarna kann vera ein maður og ein pápi ein kona.
Hetta ætla Tjóðveldi og Framsókn og onnur við at fremja. Tjóðveldi hevur enntá sett hetta í síni stevnumið, og tey kalla tað ???at byggja land???.
Eg sigi bara: Gud forbarmi seg yvir okkum, um hetta er at byggja land!
Nei, hetta byggir einki land ??? tvørturímóti! Hetta er enn eitt stig at niðurbróta samfelagið og okkara virðisgrundarlag!
Hjúnabandið, sum vit kenna tað, hevur verið til í túsundtals ár, og djúpast sæð hava vit politikarar ikki autoritet ella myndugleika til at umdefinera tað.
Í tí kenda sanginum, ???Tit, sum í fjøru fóru???, ber Hans Andreas Djurhuus eina hjartaliga heilsu til forfedrarnar, ið bygdu okkara land, og í síðsta ørindi sigur hann:
Tað vóru ikki hjálmar
og ikki lúðraljóð,
tað vóru tykkar sálmar
og tað, ið tykkum bjó,
sum gjørdi hesar heiðar
og eyr og hagasand
til gróðrarbúnar teigar.
Tit eiga hetta land!
Jú, víst eru tað sálmar, Guds orð og andlig virði, sum hava bygt okkara kæra Føroya land. Latið okkum gera alt fyri at verja hesi grundvirði, so alt ikki fer út at koyra!
Góðu føroyingar! Veljið fólk á ting, sum vilja virða hjúnabandið og varðveita tað sum eina pakt bara millum ein mann og eina konu!
Tað er at byggja land!
Jógvan á Lakjuni
Valevni fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald