Flogbóltur: Eins og hjá U19 gentunum gjørdu fleiri av føroysku U20 dreingjunum rættiliga um seg, nú teir vóru við í EM á Kypros fyri fyrstu ferð. Ikki bara eydnaðist at vinna ein dyst, men eisini persónligu avrikini eru heilt í topp.
Framúr servur
Gudmundur Vestergaard Larsen, sum er hevari á føroyska U20 liðinum, dugir annað enn at heva, tí ikki færri enn 8 av servunum hjá honum endaðu við stigi til Føroyar ??? servuess kallað. Men hann kláraði tó ikki Hjørt Sólstein, sum við 9 servuessum er nr. 1 á listanum. Altso besti servari í EM hesaferð. Góðu hoppservurnar hjá Hjørti eru kendar úr føroysku landskappingini, har tær eru ógvuliga illa dámdar millum mótstøðuliðini hjá ÍF, har Hjørtur vanliga ger um seg.
Dávið á 3. plássinum
Móttøkuspælið hjá Føroyum má sigast at hava verið gott, tí ikki færri enn 3 leikarar eru á topp 10 listanum. Nr. 10 er Oddur í Haraldstovu Petersen. Á 5. plássinum er Hjørtur Sólstein aftur at síggja, men tríggir leikarar standa fyri seg sjálvar í topp 3, og har er okkara Dávið Hentze ein av teimum. Munurin heilt upp í toppin er so lítil, at hevði Dávið havt einar 3-4 heilt góðar móttøkur afturat, var hann nr. 1. frammanfyri teir báðar skotarnar, ið eru bestir.
Nógv gott fyri framman
Tað sermerkta við dreingjaliðnum er, at fleiri av leikarunum eru heilt ungir, og tí kann stórur partur av liðnum halda fram saman í fleiri kappingum framyvir bæði í U17 og U19 og so sjálvandi á landsliðnum, har fleiri teirra nú saman skulu dystast um at umboða Føroyar í Luksemborg til EM í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald