Ítróttasamband Føroya vil við hesum siga Atlantic Airways hjartans tøkk fyri ferðina til oyggjaleikirnar á Bermuda.
Skjóta og greiða støðutakanin um at senda hópin til Keflavíkar hósmorgunin hevði við sær, at øll ítróttafólkini komu yvir til Bermuda rættstundis, soleiðis at tey kundu fyrireika seg til leikirnar, so væl sum til bar.
Matur og tænasta á ferðini vóru somuleiðis sera góð, og vóru tey við til at gera hýrin á ferðini serstakliga góðan.
Atlantic Airways hevur flogið føroysku liðini til nærum allar oyggjaleikirnar, sum hava verið. Ítróttasamband Føroya fegnast um góða samstarvið, sum, vit meta, gevur Føroyum ein fyrimun í mun til hinar oyggjarnar, sum hvørjar leikir mugu samskifta við ymiskar veitarar um ferðina hjá sær.
Við søguliga longu ferðini til Bermuda, hevur Atlantic Airways prógvað, at tey kunnu flyta okkum til allar oyggjaleikir, uttan mun til hvar teir so koma at vera í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald