Politikkur

Hjartans takk

...

2015-06-22 04:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hjartans takk til tykkum øll, sum stuðlaðu Fólkaflokkinum til fólkatingvalið. Somuleiðis takki eg so hjartaliga tykkum øllum 1754, sum stuðlaðu mær persónliga til valið. Eg eri frá hjartanum bæði eyðmjúk og sera takksom fyri hetta álitið. Kring alt landið, í øllum bygdum og býum fekk eg dygga persónliga álitsváttan. Men hetta úrslitið er ikki komið av ongum. Fólkaflokkurin eigur nógvar góðar stuðlar kring alt landið, sum altíð bakka flokkin upp, og eru har fyri flokkin, tá tørvur er á tí. Tykkara arbeiði liggur ikki eftir, og hjartans takk fyri megnar arbeiði. Somuleiðis ein takk til mína familju, sum altíð er har fyri meg og stuðlar mær í viðgangi og mótgangi. Uttan tykkum bar onki til.

Annika Olsen

Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder