Mentan

Hjartaliga tillukku David

...

2015-03-18 22:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Hjartaliga tillukku David!
Dagurin í gjár var serligur í søguni hjá fólkakirkjuni í Føroyum. Kirkjan í Miðvági var staðið, har Grunnurin Føroyskt Kirkjumál hevði bókaframløgu, nú tríggjar lestrabøkur, ið David Johannesen prestur hevur skrivað, vóru lagdar fram fyri almenningin.

Dómprósturin var inni á gólvinum í gjár og hevði á munni, at hetta var fyrstu ferð í føroyskari kirkjusøgu, at ein og sami høvundur gav út tríggjar lestrabøkur ein og sama dag.

Andin og orðið er lestrabók til fyrru tekstarøð.

Andin og Lívið er lestrabók til aðru tekstarøð.

Krossgil er bók við níggju føstulestrum.

Henda stutta heilsanin er ikki eitt ummæli. Lestrarnir eru nýggir, og havi júst í dag fingið bøkurnar inn á borðið. Tess størri verður gleðin, nú farið verður undir at lesa bøkurnar. Havi við áhuga lisið alt tað, ið David prestur hevur latið úr hondum.

Dánial Christoffersen umboðaði Føroya Stiftsstjórn í gjár, og hann hevur tikið nakrar myndir av løtuni í Miðvágs kirkju.

Tøkk til Føroyskt Kirkjumál, ið soleiðis lívgar fólkið við góðum lesnaði. Hugaligt at síggja útgávur tykkara, ið prógva, at vit á so mongum økjum eiga dugnalig fólk bæði við atliti at orðum og tónum.

David! Takk fyri gerning tín sum orðsins tænari í drúgva tíð. Takk fyri skrivligu avrik tíni, ið eru slitsterk við lestrarfjøl og lestur í tí heimliga.

Hjartaliga tillukku!

Orð: JF
Myndir: DC
Fleiri myndir


Kelda: folkakirkjan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder