Eftir dystin millum Kyndil og VÍF, hittu vit Hjalta Bachman úr Kyndli.
Vit spurdu hann hvat tað hevði at siga, at teir fingu javnleik í dag.
- Tað hevur øguliga nógv at siga, serliga tí vit vóru aftanfyri við 6 málum í eina løtu. Nú hava vit kjansin, men taptu vit við 6 málum, so høvdu vit ikki góð kort til seinna hálvfinaludystin.
Vit spurdu hann eisini, hvat tað var, sum gjørdi at teir komu aftur.
- Tað er okkara sterki vilji, og tað at vit vistu, at vit kundu vinna dystin.
Les eisini: Ingi: Vit vóru alt for óneyvir.
Til síðst spurdu vit Hjalta, hvat teir fara at gera ørvísi í Vestmanna.
- Vit mugu verða klárir frá byrjan í Vestmanna, tað vóru vit ikki í dag, vestmenningar komu út, sum eitt óløgi og komu langt framum beinavegin, segði Hjalti við JN.fo beint eftir fyrra hálvfinaludystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald