Ítróttur

Hjalti: Verjan helt okkum inni í dystinum

....

2016-01-25 16:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir dystin í Hoyvík í gjár millum H71 og Kyndil fingu vit orð á Hjalta Mohr Jacobsen. Hjalti gjørdis toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum.

Sí eisini: Filmsbrot av seinastu løtuni av dystinum her.

Hvussu upplivdi tú dystin?

Vit renna eftir teimum allan dystin, og tað er tungt, men vit koma aftur. Tá byrja marginalarnir at koma inn, men vit vístu ein góðan innsats.

Sí myndir frá dystinum her.

Hví byrja tit báðar hálvleikirnar so vánaligt?

Vit byrja seinna hálvleik við undirtalið, og fáa eisini onkra útvísing beinavegin í seinna hálvleiki, og tað blivu vit straffaðir fyri. Eg veit ikki hvat hendi í fyrra hálvleiki.

Hvat er tað, sum ger at tit koma innaftur í dystin?

Verjan heldur okkum inni í dystinum, vit hava eina ótrúliga sterka 6-0 verju, tá vit eru 6 mans, og teir ikki renna kontra móti okkum, dekka vit teir væl.

Hvat hevur tað at siga, at Bárður fekk beinleiðis reytt kort?

Vit blivu í undirtal í tveir minuttir, men maðurin ið kom inní verjuna fyri hann gjørdi tað gott, so tað hevði ikki so nógv at siga, at Bárður fekk reytt kort.

Hvussu sært tú uppá møguleikan at koma víðari?

Vit høvdu tveir kjansir, vit skuldu vinna í dag, ella vinna á Skála leygardagin. Eg síggi gott uppá tann møguleikan, um vit vísa sama hugburð á Skála, sum vit vístu í dag, so skal tað nokk ganga, segði Hjalti við JN.fo beint eftir dystin.

Les um dystin her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder