Ítróttur

Hjálparfólkini alneyðug

...

2017-07-02 18:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tá Team Rynkeby Føroyar súkklar kring landið, og ikki minst, tá súkkla verður til Paris, eru fólk kring tey, sum hjálpa til á ymsan hátt.

Hesi kunnu verða súkklusmiðir og bilførarar til útgerð. Fólk sum gera mat og servera fyri súkklarunum, tá steðgir eru. Á leiðini til Paris eru tey eisini vegvísarar og hjálpa súkklarunum til rættis á hotellunum.

Hesi fólkini eru eins og súkklararnir fult upptikin allan dagin á ferðini og eru ein umráðandi fortreyt fyri, at ferðin skal eydnast.

Í ár eru 10 hjálparfólk á ferðini. Tey hava 5 bilar við til útgerð so sum súkkluverkstað, ferðagóðs, mat og aðra viðkomandi útgerð.

Uppgávurnar hjá hjálparfólkunum eru fjøltáttaðar. Alt frá at servera mat, halda rutu, umvæla súkklur, samskifta við hotel, og annars alt viðkomandi, sum kann koma fyri á slíkum túri.

Ferðin byrjar hósdagin 6. Juli kl 11 í Klaksvík.

Team Rynkeby Føroyar er ein norðurlensk verkætlan, sum hevur til endamáls at savna inn pening til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.

1700 súkklarar úr øllum norðurlondum og 400 hjálparfólk fara komandi vikuskifti undur ferðina úr norðurlondunum til Paris.

Til ber at søkja um luttøku í 2018 á www.teamrynkeby.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder