2016-10-06 16:38
Sunnumorgunin kom eitt nýtt flogfar til Føroyar, har tað skuldi roynarflúgva um Vága Floghavn. Talan var um eitt Airbus A321neo flogfar.
Vága Floghavn hevur fingið afturmelding frá Airbus um, at royndartúrurin eydnaðist til fullnar, og vóru væl nøgd við tænastuna.
Fyrr í ár royndi Airbus eisini at gera royndarflúgving í Vágum, tað ferðina var tað við einum Airbus A320neo flogfarið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald