Vinna

Hitt Landsverk á Jobmatch

...

2014-12-20 02:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

LV.fo skrivar: Millum jól og nýggjár verður starvsstevnan Jobmatch aftur á skránni. Tiltakið verður týsdagin tann 30. desember klokkan 13.00-19.00 í Norðurlandahúsinum. Landsverk luttekur við bási í Skálanum og framløgu klokkan 15.40 í Norðurstovu.


Endamálið við Jobmatch er at skapa eitt 'match' millum føroyska vinnulívið og føroysk lesandi úti og heima, soleiðis at føroyska vinnan og stovnar fáa ágóðan av tí vitan, sum føroysk ung hava nomið sær á lærustovni. Samstundis er Jobmatch eitt átak at fáa útisetar okkara heim aftur at liva og virka, og á henda hátt skapa fólka- og búskaparvøkstur.
Eins og Jobmatch hevur til endamáls at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroysk arbeiðspláss og útisetar umframt lesandi føroyingar, er endamálið hjá Landsverki at koma í samband við lesandi og onnur á starvsstevnuni og soleiðis nýta høvi til at bjóða okkum fram sum arbeiðspláss.

Fleiri leiðir inn á Landsverk
Landsverk hevur seinnu árini tikið fleiri lærlingar og eisini praktikantar inn á stovnin. Á henda hátt verður roynt at skapa karmar fyri teimum lesandi, ið sleppa at royna seg á einum arbeiðsplássi undir lestrartíðini. Eisini ígjøgnum okkara sonevndu summarfuglaskipan hava tey lesandi møguleika fyri at søkja sær arbeiði á Landsverki í summarfrítíðini. Og umframt alt hetta, samstarvar stovnurin eisini við ALS og Almannaverkið, har vit geva pláss fyri fólki, ið eru undir teimum skipanunum.
Kom í Norðurlandahúsið tann 30. desember og hoyr nógv meira um starvsmøguleikar á Landsverki og um okkara fjøltáttaða og spennandi arbeiðspláss. Vit vóna at fáa nógva vitjan á okkara bási inni í Skálanum.

Landsverk hevur í sambandi við Jobmatch givið út blaðið "Fjølbroytt Serfrøði - Fleiri leiðir inn á Landsverk". Sí meira um blaði, við at trýsta her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder