2016-05-03 19:22
Havstovan: Havstovan ger nógvar mátingar av hita og saltinnihaldi í sjónum, og tølini fyri 2015 eru nú endaliga góðskumett og kalibrerað. ??t frá hesum tølum verða ymsar tíðarseriur roknaðar og uppdateraðar her á heimasíðuni. Í hesum umfari eru virðini fyri hita- og saltbroytingumá opnum havi dagførd, eins og saltbroytingará Landgrunninum. Tølini fyri hitabroytingará Landgrunninum vórðu dagførd fyrr í ár.
Tølini fyri 2015 lógu tætt við miðal samanborið við tey undanfarnu 20 árini ella meiri. Hitin var nakað lægri enn í 2014, men áleið tann sami sum í 2013.
Tey seinastu 10 árini hevur hitin annars verið rættuliga støðugur og lutfalsliga høgur. Tað kalda summarið í 2015 sæst væl aftur í hitanum á Landgrunninum. Mánaðirnir mai til august vóru allir kaldari enn miðal, meðan serliga november var heitari enn ein miðal novembermánaði. Hóast tað, so var miðal hitin á Landgrunninum fyri alt 2015 tann lægsti síðan 2000.
Saltinnihaldið hevur verið lækkandi síðan metárið 2010. Bæði á Landgrunninum og á opnum havið var saltinnihaldið tó eitt vet hægri í 2015 samanborið við 2014. Hetta er sama gongdin, sum sæst hjá okkara grannalondum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald