2016-03-10 08:21

Elskaði lesari, orð Guds málar synd okkara klárt og týðuliga fyri okkum. Fyri mong menniskju, er lívi vorið til skýggj av syndum. Men tað sum verri er, at hesi falla undir dóm Guds, um tey ikki sleppa burturúr syndini. Tað er vert at vita, at vit eru ikki syndarar, tí vit synda. Men vit synda, tí vit eru syndarar.
Tað er tó ein glotti fyri framman. Tí Gud hevur fyrireika eina ókeypis frelsuætlan til syndarar. Men frelsuætlan Guds er ikki grunda á hugsanarúrslit okkara og ei heldur er hon framleidd av menniskjum. Og Gud hevur ikki lækkað standard Sín og tískil er frelsuætlan Guds í samsvari við standardin í lóg Hansara. Tað vil siga, at frelsuætlan Guds, ið ger tað møguligt hjá øllum menniskjum, at koma burturúr syndini - inniber øll tey rættvísu krøvini í teimum 10 boðunum frá Gudi.
Hetta førir við sær, at søk okkara er vónleys, uttan so, at Gud hevur hugsað um, hvat ið gerast kann, so hin burturkoyrdi skal ikki fara fortaptur og skildur frá Honum í allar ævir. Góði, hin einastandandi frelsuætlanin sýnir fram rættvísi Guds við trúgv á Jesus Kristus, fyri øll og yvir øllum, sum trúgva.
Hendan frelsuætlan stígur upp um alt vit og skil, av tí, at Gud hevur givið øllum menniskjum fullkomna rættvísi sítt í Kristi Jesusi. Nathaniel Norton sigur soleiðis í sangi sínum: ???Vilt tú ei trúgva á Jesus? Áh, hvat verður svarið nú????
Góði, æviga frelsuætlan Guds er tað besta og tað einasta, sum hevur veruligan týdning fyri øll menniskju. Tí hon sigur sannleikan um syndarligu støðu okkara og hvat okkum tørvar allar mest av øllum. Jú, øll hava syndað, og tí hevur allur heimurin tørv á dýrd Guds fyri at verða frelstur.
Syndafull menniskju, sum vit øll upprunaliga eru, megna ikki at liva upp til heilaga standardin hjá Gudi. Vit røkka heilt einfalt ikki upp til dýrd Guds. Tí er frelsuætlan Guds sniðgivin til syndarar - soleiðis at til ber, at verða rættvísgjørdur fyri einki av náði Hansara, við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi.
Gud okkara avdúkar tvey gylt forrættindi, ið enn eru galdandi fyri alla mannaættina. Talan er ikki um gyltar millumvegir við íblástri úr grikskari mentan, men um ein himmalskan millummann ??? Kristus eitur Hann.
Forrættindi Kristusar til mannaættina, verða øllum menniskjum opinber, tá gleðiboðskapur Guds verður prædikaður. Menniskju fáa av berari náði, eina væl uppiborna umhugsannartíð, ið er skræddaraseymað til tørv teirra. Síðan skeinkir Gud menniskjum frítt frælsi til at velja. Annaðhvørt tekur tú ímóti Kristusi við trúgv ella vrakar tú Kristus í vantrúgv tíni.
Bíblian lærir, at Gud okkara er fullkomin og óbroytiligur. Og ynski Hansara er, at øll menniskju verða fødd av nýggjum og soleiðis guddómlig í eygum Hansara við persónligu trúgv síni á Kristus. Einasta vónin sum vit eiga í syndafulla lívi okkara er, at loyva Heilaga Anda Guds framat hjørtum okkara, soleiðis at vit kunnu verða fødd av nýggjum við trúnni á Kristus.
Men verður orð Guds vrakað, tá steðgar tín persónliga frelsutilgongd. Hetta merkir afturgongd á øllum økjum í lívi tínum og kann brádliga enda við ævigum fortapilsi. Men um tú ert villigur, at viðurkenna Kristus fyri tann Hann veruliga er, tá gevur Gud tær eini eftirfylgjandi forrættindi.
Tú fær ein náðiríkan kjans afturat. Tú fær loyvi til, at játtað Jesus Kristus, sum tín persónliga frelsara. Tað vil siga, at tú fært fría atgongd at koma fram fyri ásjón Guds við einum erligum og opnum hjarta, ið veruliga játtar Son Guds t.e. Kristus, sum Harra og frelsara tín.
Róm. 10, 9 sigur: "Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur."
Hetta signaða bíbliuørindi ber boð um, at øll menniskju hava fingið fulla atgongd til fulla frelsu í fullkomnu elendigheit okkara. Tað er eygsæð, at allur denturin í hesum vælsignaða ørindinum verður lagdur á Jesus. Tað er Hann, sum er HARRI okkara. Tað er Kristus, sum er guddómligheitin sjálv.
Harnæst síggja vit, at fokus verður lagt á "rættvísi av trúgv á Kristus" og ikki nakað annað. Og til seinast sprettur sjálvt hjartað fram í undurfulla gleðiboðskapi Guds. Tað er hin lemjandi vissan um sigur Kristusar, "...at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu,..."
Kristus er sæddur, Kristus er sæddur upprisin róptu Jesu Kristi fyrstu eftirfylgjarar. Trýrt tú hesum?
1. Kor. 15, 5 - 8 staðfestir tað sama: "...Hann varð sæddur av Kefasi og síðani av hinum tólv; síðani varð Hann sæddur av meir enn 500 brøðrum í senn - av teimum liva flest allir enn; nakrir eru sovnaðir; síðani varð Hann sæddur av Jákupi, síðani av øllum ápostlunum. Og síðst av øllum varð Hann sæddur av mær við..." sigur Paulus. Halleluja!
Góðu elskaðu tit, hesin undurfulli gleðiboðskapur, ið er heimsins besti boðskapur ??? vendir sær til hjørtu okkara og ikki til høvd okkara. Tí, Satan blindar sinni okkara, men Kristus opnar hjørtu okkara.
Róm. 10, 10 sigur víðari: "Tí við hjartanum trýr ein - til rættvísi; og við munninum játtar ein - til frelsu."
Altso, hendan játtanin í Róm. 10, 9 kemur sum ein náttúrulig avleiðing av livandi gjørdu trúnni á Kristus í hjørtunum hjá børnum Guds í Róm. 10, 10. Tað vil siga, at virðini í hini sonnu játtanini eru livandigjørd og úttrykkja, at Kristus er komin inn í hjarta. Tá ert tú føddur av nýggjum. Ein nýggjur skapningur. Tú er umaftur skaptur í mynd Guds, sum brotnaði so illa í syndafallinum. Og tað merkir, at tú stendur rættvísur í Kristi Jesusi frammanfyri almektiga Gudi tínum ein dag. Halleluja!
Trúgvin í hjartanum og játtanin við munninum, eru tveir partar í náðiríku frelsu Guds til okkara - 2 in 1. Tí, trúgvin á Kristus gevur beinleiðis atgongd til andaligu endurføðingina. Men játtanin um tað sama, er ein beinleiðis avleiðing av endurføðingini.
Minst til, tann sum játtar Jesus við munninum - uttan trúgv í hjartanum, er annaðhvørt sjálvsvikin ella hyklari. Hinvegin, ein livandi trúgv í hjartanum ??? uttan játtan við munninum, er ofta tekin um dirvisloysi. Tískil er tað sera týdningarmikið, at Gud við Anda sínum fær fulla atgongd til at ala fram andaligt lív og heilaga atferð hjá frelstum sálum. Amen!
Blíðastu heilsanir
Ragnar Ludvig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald