Sunnudagin varð kappast í fjallasúkkling. Hilmar var væl koyrandi, og vann hann tí ein tryggan sigur. Javnt hevur ofta verið millum Hilmar og Jógvan Højgaard, men sunnudagin var ongin ivi hvør var stinnari.
Kappast var á gøtunum í Viðalundini í Hoydølum. Kappast varð í 60 minuttir pluss eitt umfar.
Tað var tíðliga í kappingini, í brøttu
brekkuni aftanfyri Føroya Studentaskúla, at Hilmar sleit seg leysan frá Jógvan
Højgaard, og hinum í feltinum. Hilmar økti og økti aftur til feltið, og tí
gjørdist sigurin hjá honum tryggur. Hóast hetta var kapping var um hini plássini,
og meðan Hilmar økti um munin, so minkaði munurin nakað millum Jógvan, Gunnar
Dahl-Olsen, Sigmund Olsson og Høgna ??ster. Spenningur kom í um kappingina um
silvurið, men tá tað nærkaðist endanum av kappingini, so ressaðist Jógvan, og
hann gjørdist sostatt næstur um málstrikuna. Gunnar royndi tað hann kundi at
koyra undan Sigmund og Høgna, og hetta eydnaðist. Hann megnaði at halda tørn og
gjørdist sostatt nummar trý.
Vetraplúmm 2015 er samansett av seks
kappingum, og í fjør var navnið á kappingini Heystplúmm 2014. Skal ein súkklari
gera seg galdandi í samlaðu støðuni, so skal viðkomandi luttaka í minst fýra av
seks kappingum. Vinnarin fær 1 stig, nummar tvey 2 stig og so fremvegis.
Næsta kapping verður leygardagin 5. desembur,
og tá verður koyrt á gøtunum kring Svartafoss.
??rslit, 1. umfar av Vetraplúmm 2015:
1.
Hilmar Hansen
2.
Jógvan Højgaard
3.
Gunnar Dahl-Olsen
4.
Sigmund Olsson
5.
Høgni R. ??ster
6.
Sverri Mohr Edvinsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald