Steypafinalurnar í flogbólti hjá kvinnum og monnum verða leiktar í morgin. JN.fo hevur sett seg í samband við Hildigunn Poulsen, sum spælur við kvinnuliðnum hjá Drátti.
Hevur tað nógv at siga, at sleppa at spæla steypafinalu?
- Vit hava vilja í steypafinaluna í fleiri ár, tí at steypafinalan er hæddarpunktið í øllum flogbólts-kappingarárinum. Tað eru sjálvandi karmarnir rundan um ið gera, at kappingin verður sera spennandi og samstundis stuttlig.
Hvussu ofta hevur tú verið við í steypafinaluni?
- Eg og fleiri aðrar á liðinum hava verið við til steypakapping við yngru deildunum, men sjálvandi er nógv meira fokus sett á steypafinaluna hjá meistaradeildini, og har havi eg ikki verið við. Tí eri eg sera spent at spæla.
Eru allir leikarar tøkir til dystin?
- Ja, vit eru allar tøkar.
Hvussu væntar tú gongdin verður í dystinum, og hvør stendur eftir sum vinnari?
- Vit fara at gera okkara besta fyri at vinna, men vænta ein sera javnan dyst.
Hvørja styrki hava tit, og hava tit nakran veikleika? Hvør er styrkin, og hvør er veikleikin hjá mótstøðuliðnum?
- Dráttur hevur góðar móttøkur og eisini gott servtrýst. Viðvíkjndi TB vita vit, at tær eru góðar, og tí liggja tær eisini fremst í landskappingini.
So vit vænta ein sera sera spennandi dyst í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald