
Fyrsta mai byrjar siglingin út í Mykines og tá byrjar ferðafólkastreymurin eisini. Í fjør samtyktigrannastevnan, at tørvur var á at gera okkurt fyri at verja lundan. Í tí sambandi hava hagapartarnirog hiking.fo nú gjørt avtalu um ferðaleiðara og vaktarhald í Mykinesi í summar.
Gongdin seinnu árini, hevur víst okkum, at tørvur er á at hava reglur og ásetingar, sum skipaviðurskiftini betri, sigur Esbern í Eyðanstovu, ið er ein av hagastýrisformonnunum í Mykinesi.
2017 var eitt royndarár og við støði í hesum, hava vit valt at gera reglurnar einfaldari og skipa fyrivaktarhaldi í tíðarskeiðinum frá klokkan 11:00 til 17:00, tá loyvi er at fara út um bøgarðarnar.
At standa fyri vaktarhaldinum og innkrevjingini, er avtala gjørd við hiking.fo. Í 2017 fekk felagiðheiðurin sum ársins átak og hevur ment eina heimasíðu, har tað ber til at bíleggja túrar viðferðaleiðara ymsastaðni í Føroyum. Dentur er lagdur á, at túrarnir eru ankraðir í nærumhvørvinumsoleiðis at tað eru fólk á staðnum sum standa fyri. Vit eru sera spent at fara undir nýggju uppgávuna,sigur Pól Sundskarð, sum eigur og rekur hiking.fo.
Hann sigur eisini, at saman við hagastýrisformonnunum hava tey funnið ein leist, sum fer at gera taðeinfaldari hjá ferðafólki.
Á heimasíðuni mykines.fo, ið verður nýtt tá fólk bóka pláss við Jósup er leinkja til hiking.fo, so til berat bóka alt um eina leið. Kravið um ferðaleiðara er í 2018 avloyst av vaktarfólki, sum í staðin fara atansa eftir, at leiðreglurnar í grannastevnuviðtøkuni verða fylgdar.
Bestu upplivingina fáa ferðafólk avgjørt við staðkendum ferðaleiðara. Um ferðafólk ynskjaferðaleiðara kunnu tey venda til onkra av ferðaskrivstovunum. Hiking.fo hevur eisini møguleika fyriat útvega ferðaleiðara um tørvur er á tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald