Vinna

Hiking.fo er Ársisn Átak 2017

....

2017-09-15 13:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á vinnudegnum, sum er í dag, er Ársins Átak 2017 valt - tað var Pól Sundskarð sum við tiltakinum HIKING.FO fekk heiðurin fyri Ársins Átak.

Grundgeving fyri Ársins 

Átak VD 2017 ???Hvussu gongur???? ???Tað man fara at ganga!??? ???Tað gekk upp.??? ???Vit mugu ganga aðrar gøtur.??? ???Dansurin gongur.???. Uttan at vit geva okkum far um tað, hoyrist í okkara talu- og skriftmáli, at føroyingar søguliga sæð hava gingið, tá vit skuldu flyta okkum úr einum staði í annað. At ganga var nakað grundleggjandi í tilveruni hjá føroyingum. Bæði tá ørindi vóru í aðra bygd, og tá farast skuldi í hagan at mjólka neytunum, skera torv ella røkta seyðin. 

Síðani komu vegirnir og bilarnir, og tað gjørdist høgligari at flyta seg úr einum staði í annað. Tó hildu summi, at vit mistu nakað týdningarmikið, tá vit fóru at ganga minni og koyra meira. Tá fyrsta føroyska landsvegaætlanin var til umrøðu í løgtinginum fyrst í 20. øld, helt onkur tingmaður, at hestavognur var ein óvirðiligur háttur hjá fólki at flyta seg. Betri var at ganga. Og kendi danski filosoffurin Søren Kierkegaard minti í brævi til sjúku systir sína á, hvussu gagnligt tað var at ganga:

???Miss fyri alt í verðini ikki hugin at ganga. Við at ganga hvønn dag, veit mær væl við, og eg gangi frá hvørjari sjúku. Eg havi við at ganga fingið mínar bestu tankar, og eg veit ikki um nakran tanka so tungan, at tú ikki kanst ganga frá honum. Tess meira tú situr í frið, tess meira ússaligur verður tú.??? 

Í dag er neyvan nakar, sum kundi hugsað sær eina tilveru uttan vegir. Men samstundis eru tað nógv okkara, sum røra okkum ov lítið, og tá vit so royna at taka okkum saman, er tað kanska ein rennitúrur eftir fløtu vegunum ella eftir einum enn flatari rennibandi. Vit leita okkum bert sjáldan niðan í fjøllini, at skoða yvir sund og skarð. 

Tá vit droyma, ella tá vit seta okkum mál, snýr tað seg tó ofta um at røkka tindunum. Sum eitt nú tá U-21 hondbóltslandsliðið hjá monnunum droymdi um at vinna seg upp í heimselituna, og ikki lat tað verða við dreymin, men bardi seg upp millum 16 tey bestu í heiminum. Hóast teir hesuferð ikki rukku heilt upp á ovasta tindin, var tað framvegis ovasti tindurin, sum var málið, ella í minsta lagi dreymurin hjá teimum. 

Summi fólk taka tó hetta við at røkka tindunum meira bókstaviligt enn onnur, tá tey droyma. Vit hava m.a. ein bólk av fólki, sum hvørja fríløtu, tey hava, fara út at ganga í fjøllunum, og nøkur fá hava enntá longu verið uppi á øllum føroysku fjallatindunum. Nógv okkara minnast helst skotan Jamie Andrew, sum á Vinnudegnum í 2010 greiddi fólki frá, hvussu hann misti bæði hendur og føtur, tá hann kom illa fyri í Alpunum. Meðan hann kom fyri seg aftur, hugsaði hann tó framvegis um, hvussu hann kundi sleppa upp aftur á tindarnar

Tað kann vera ringt at greiða fólki frá, hví tað er so serligt at røkka einum fjallatindi. Tá fjallaklintrarin George Mallory av einum blaðmanni varð spurdur, hví hann tvíhelt um at fara upp á hægsta fjall í heiminum, segði hann: ???Because it???s there?????? Hjá summum kann tað vera henda avbjóðingin, sum fjallið gevur tær, bara við at fjallið er til. Tú følir, at tú bara mást niðan á tindin. 

Ársins Átak í ár er skapt av einum av hesum fólkum, sum hevur verið uppi á øllum teimum føroysku fjøllunum, og sum kennir føroysku fjøllini sum sín egna buksulumma. Hesin persónur hevur tó valt at deila síni upplivilsi við okkum øll, og meira týdningarmikið: at hjálpa og eggja okkum til sjálvi at uppliva føroysku fjøllini og náttúruna. Hann hevur saman við sínum samstarvsfeløgum nevniliga skapt eina heimasíðu, sum vísir okkum fleiri av teimum framúrskarandi túrum, sum vit kunnu ganga í hesum landi. Heimasíðan hjálpir teimum ókunnugu at finna rætta veg, við myndum og á einum talgildum korti. Til hjálp fyri bæði føroyingar og útlendsk ferðafólk. Fyri bæði roynd og óroynd. 

Við ókeypis at lata okkum øll fáa ágóðan av hesum, hevur hann tó samstundis økt um áhugan fyri virkseminum hjá fyritøku sínari at bjóða fram tænastur sum ferðaleiðari. Hesin áhugi hevur verið so mikið stórur, at høvuðspersónurin handan síðuna hevur kunnað sagt sítt starv upp. Nú arbeiðir hann fulla tíð við sínu egnu fyritøku og við tí, sum hann brennir mest fyri: at ganga í føroysku náttúruni og vísa føroyingum og útlendingum tey vakrastu, serligastu ella mest avbjóðandi støðini.

Dómsnevndin hevur í sínari grundgeving lagt dent á, at heimasíðan hevur nøktað ein stóran tørv, sum var á einari slíkari kunning, og at heimasíðan er væl frágingin. Í staðin fyri at síggja forðingarnar við øktari ferðavinnu, hevur hann, samstundis sum hann hjálpir og stýrir ferðafólkunum og soleiðis verjir náttúruna, eisini skapt ein vinnuveg úr hesum. 

Ikki minst hevur Ársins Átak víst, at tað ber til at skapa nýggjar vinnumøguleikar og ein nýggjan dynamikk, um vitan verður felags, heldur enn at verða hildin tætt at kroppinum. Dómsnevndin er spent uppá at fylgja menningini av heimasíðuni, og fer í hesum sambandi at heita á fólkini handan Ársins Átak um at umhugsa at gera eina app til fartelefonir. 

Dómsnevndin hevur í ár valt at geva heiðurin sum Ársins Átak til heimasíðuna hiking.fo og fyritøkuna handan heimasíðuna Sp/f Hiking, og vit vilja fegin bjóða Pól Sundskarð oman at taka ímóti heiðrinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder