Lýsing

HiddenFjord søkir eftir tekniskum leiðara til góðskingarvirkið í Sørvági

...

2018-01-23 14:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit søkja eftir tekniskum leiðara til góðskingarvirkið í Sørvági, sum saman við leiðsluni kemur at hava ábyrgd av at reka og víðarimenna tekniska økið á virkinum.

Vit kunnu bjóða

Eitt spennandi og fjølbroytt starv, har góðir møguleikar eru fyri bæði fakligari og persónligari menning. Tú kemur at virka í einum framfúsnum, jaligum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.

Framleiðslan av laksi hjá HiddenFjord byggir á nýhugsan og sera framkomna tøkni. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har áhaldandi menning á tekniska økinum hevur høga raðfesting, og tað er av stórum týdningi, at tú ert klár/ur til hesa avbjóðing.

Arbeiðsøkini verða í høvuðsheitum

At leiða, skipa og víðarimenna arbeiðið á tekniska økinum, umframt at seta í verk og reka eina nýggja viðlíkahaldsskipan. Dentur verður lagdur á, at arbeiðsuppgávurnar verða loystar effektivt og við nærlagni. Deildin fevnir um tvey starvsfólk umframt tekniska leiðaran.

Vit vænta, at tú hevur

- góð evni til at skipa dagliga arbeiðið,

- eina jaliga tilgongd til tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman,

- vilja til nýhugsan og víðari menning,

- góð samstarvsevni, ert framskygd/ur, fleksibul og hevur eyga fyri góðari leiðslu,

- áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi, og

- eina viðkomandi útbúgving sum verkfrøðingur, maskinmeistari, elektrikari ella líknandi.

Lønar- og setanartreytir verða ásettar eftir avtalu við leiðsluna. Vit miða eftir at seta starvið sum skjótast.

Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera HiddenFjord í hendi í seinasta lagi 8. februar 2018 og skal sendast til [email protected]

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til ??la Hansen á telefon +298 221771.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder