Vinna

Hiddenfjord setir eina millión smolt út á Vestmanna

...

2016-12-29 10:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Eingin laksur hevur verið í aliringunum inni á Vestmanna í eina tíð, men nú verða smolt aftur sett í ringarnar. 

Byrjað varð í vikuni at koyra við tangabilum frá Fútakletti til Válin, teir rokna við, at um einar 14 dagar verður liðugt at seta út, tá skuldi 1 millión smolt verið í ringunum á Vestmanna

Við tað at smoltini eru so stór nú tey verða sett út, so kunnu teir fyrstu laksarnir longu takast seint í heyst.

Í løtuni verður laksur tikin á Sandavági/Miðvági, tann tøkan verður liðug  seint í summar ella tíðliga í heyst.

Laksaprísurin er góður í løtuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder