Mentan

HEYSTFAGNAÐUR Á EIÐI: TILMELDING TIL FLETTIKAPPING

...

2014-10-13 00:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flettikapping leygardagin 18. oktober 2014 á Eiði.


Ert tú stinn/ur í at fletta seyð? Kundi tú hugsað tær at roynt tínar gávur av ímóti øðrum flettarum í eini flettikapping? So hygg her.

Í sambandi við Heystfagnaðin, ið verður 16. ??? 18. oktober á Eiði, verður skipað fyri stórari flettikapping leygardagin 18. oktober. Vit skulu finna Føroya skjótasta og besta flettara.

Kappingin snýr seg í stuttum um at fletta, har ið dømingin tekur atlit til bæði tíð og dygd. Kravið er, at flett verður upp á ???gamla máta???, so at alt innan úr seyðinum kann nýtast aftaná.

Flettikappingin verður skipað við tveimum innleiðandi umførum, har ið tveir teir bestu luttakararnir, ið dómararnir senda víðari úr hvørjum umfari, fara í eina finalu og vinnarin verður funnin.

Hevur tú hug at royna teg, so mást tú skunda tær. Av tí at luttakaratalið er avmarkað, verða tit biðin um at melda tykkum til skjótast gjørligt.

Tilmelding fer fram við at seta seg í samband við:

Tonny Kruse, tel. 216564
??lavur Høghamar Ejdesgaard, tel. 268483

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum.

#eiði#heystfagnaður#fletting#kapping
??? íEiði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder