2016-04-04 08:00

Viðvíkjandi 67 ára gamla Rólandi Nónsfjall, búðsitandi Eiðisgarður, vesturi á Eiðinum í Vági.
Síðani í gjári umleið kl: 14 hevur verið leita eftir 67 ára gamla Rólandi Nónsfjall. Róland er seinast sæddur umleið kl 15:30 til gongu eftir Eiðisvegnum í ein vestan. Hann var tá sannlíkinda ílætin ein myrkan jakka og er í einum myrkum buksum. Skógvar - einir ljósir inniskógvar. Róland er roykari og hevur sum oftast eitt ball í munnklovanum. Hann er 165 til 170 cm høgur. hevur stutt klipt brúnt hár. Heldur prúður á at líta.
Síðani kl: 21:00 í gjárskvøldið hevur løgreglan leita við hundi - líkasum bjargingarlið og sjálvboðin hava luttikið í leitingini.
Avrátt bleiv at steðga leitingini á midnátt. Leitingin var tikin upp aftur kl: 06 í morgun.
Tann í veit at siga frá Rólanti, ella hevur sæð hann í gjár, verður biðin um at siga frá á politistøðini í Havn, tlf: 351448.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald