Politikkur

Hevur landsstýriskvinnan nakrar ætlanir um at endurskoða navnalógina

...

2018-10-23 06:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg

Um navnalógina

1. Hevur landsstýriskvinnan nakrar ætlanir um at endurskoða navnalógina?

2. Heldur landsstýriskvinnan, at broytingar eiga at verða gjørdar í sambandi við navnanevndina?

Viðmerkingar:

Enn einaferð hava vit verið vitni til, hvussu órímilig navnalógin ??? og serliga navnanevndin ella tulkingin hjá navnanevndini av § 2, stk. 2 í navnalógini er, har tað stendur, at navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur.

Longu tá ið navnalógin var til viðgerðar í 1992, vóru tað fleiri, sum vístu á, at lógin var alt ov fjøtrandi og trong í sambandi við fornøvn ??? og tað hevur sanniliga eisini víst seg.

Tíbetur varð bøtt eitt sindur upp á lógina við broytingunum í 2002 og 2006, soleiðis at føroyingar m.a. aftur sluppu at kalla upp. Men hetta var als ikki nóg mikið.

Og tað sóu vit aftur nú í sambandi við hetta fitta navnið, Irdi, sum navnanevndin noktaði foreldrunum at geva dóttrini.

Eivind Weihe, ein av Føroya fremstu málfrøðingum og granskarum, lýsti tað so væl hetta kvøldið í sjónvarpinum. Hann dugdi als ikki at síggja, at nakað skil var í grundgevingunum fyri at nokta fyri at nýta hetta navnið, og helt, at henda loysnin við at skoyta ???ð??? uppí var láturlig.

Hann vísti á, at lógin verður tulkað alt ov fýrkantað og strangt.

Hetta vísir okkum týðiliga, at málfrøðingar als ikki eru á einum máli um, hvat er í samljóði við føroyskar málreglur, og navnanevndin hevur eina øgiliga makt, ja, onkur hevur sagt, at hon á ein hátt hevur bæði lóggevandi og dømandi myndugleika.

Undirritaði heldur, at tíðin er komin at gera broytingar á økinum, at endurskoða lógina, og annaðhvørt at avtaka navnanevndina ella í minsta lagi at fáa fleiri málfrøðilig sjónarmið inn í hana, so føroyingar fáa eina lóg, sum teir kunnu kenna seg aftur í.

Á løgtingi, 24. oktober 2018

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder