Politikkur

Hevur landsstýrið nakrantíð ógildað avgerðir hjá Navnanevndini

...

2018-10-23 06:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg

Um kærur í sambandi við navnalógina

1. Heldur landsstýriskvinnan tað vera rætt, og er rættartrygdin í lagi, tá ið Heilsu- og innlendismálaráðið í sambandi við kæru um avgerð hjá Navnanevndini bara nýtir sama myndugleikan, nevniliga Navnanevndina, sum tulkingarmyndugleika og als ikki spyr aðrar málfrøðingar ella myndugleikar til ráðs?

2. Hevur landsstýrið nakrantíð ógildað avgerðir hjá Navnanevndini?

Viðmerkingar:

Hesin spurningur verður settur í sambandi við avgerð hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum viðvíkjandi kæru um avgerð hjá Umhvørvisstovuni og Navnanevndini.

Navnanevndin hevur fyrr í summar tikið avgerð um ikki at játta einum foreldrum at geva dóttur teirra navn og hevur grundað avgerðina á eina eftir mínum tykki sera ivasama tulking av, at navnið ikki er í samljóði við føroyskar málreglur.

Foreldrini halda, at avgerðin er sera órímilig, og kæra til Umhvørvisstovuna, sum staðfestir avgerðina hjá Navnanevndini bara við grundgevingunum hjá ??? ja, somu Navnanevnd.

Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni verður síðani kærd til Heilsu- og innlendismálaráðið, har foreldrini við skilagóðum grundgevingum vísa á, at navnið er heilt vanligt og eisini fullkomiliga sambæriligt við onnur nøvn, sum eru loyvd.

Nú skuldi tú trúð, at Heilsu- og innlendismálaráðið fór at kanna málið nærri og viðgera tað frá fleiri síðum og t.d. spyrja fleiri málfrøðingar til ráðs. Men, nei! Heilsu- og innlendismálaráðið fer til somu Navnanevnd og biður um frágreiðing frá teimum ??? og fær sjálvandi somu trongu tulking frá teimum.

Henda mannagongdin tykist sera løgin ??? her er eingin grund til at kæra. Tú hevur tapt frammanundan.

Men er rættartrygdin í lagi?

Á løgtingi, 24. oktober 2018

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder