Ítróttur

Hevði eg vita av tí, so hevði eg tikið hann aftur

...

2015-09-15 03:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
WWW.PORTAL.FO skrivar:

- Hevði eg vita av tí, so hevði eg tikið hann aftur.

Soleiðis segði sørvingurin Jens R. Weihe, tá tað gekk upp fyri honum, at hann var endaður á øðrum plássi í sínum aldursbólki í stóru hálvmaratonrenningini, sum var í Keypmannahavn í gjár.

Jens er 67 ára gamal, og luttekur tí í bólkinum, sum eitur 65-69 ár.

Tíðin hjá Jens var 1 tíma, 27 minuttir og 25 sekund, ið røkk til eitt pláss sum nummar 745 av teimum 19.640 rennarunum tilsamans.

Men í aldursbólkinum 65-69 var Jens bert 49 sekund eftir vinnaran.

- Tað er ómøguligt at hava skil á hvørjum ein rennur ímóti, tá so nógvir luttakarar eru, men hevði eg vita, at besti maður í mínum bólki var so stutt framman fyri meg, so hevði eg nokk tikið hann aftur. Eg rann bara í mínum egna tempo, og pressaði meg ikki, segði Jens R. Weihe í flogfarinum áveg heimaftur til Føroya í gjárkvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder