JN

Hetta er ikki gott nokk SEV

...

2015-01-23 16:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu síni:

Nú er nokk SEV!
Vikuliga hevur meginparturin av landinum ligið í streymloysi seinastu tíðina. Hetta er ikki gott nokk SEV.

 

Seinastu vikurnar eru streymurin farin um stóran part av landinum nærum hvørja viku. Hetta er ikki til at liva við og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at SEV hevur eitt forkláringsproblem. Fyritøkur um landi missa pening orsaka av, at framleiðslan steðgar upp og ikki er tað óvanligt, at tøkni gongur fyri orsaka av streymslitunum.

 

At tað so nærum hvørja ferð er fínasta veður ger, at tað er fulkomuliga óskilligt fyri tey flestu, at hetta hendir. Føroyingar flestu kunnu skilja, at trupulleikar eru við streymveitingini um linjur ikki klára ringt kavaveður, men av tí, at meginparturin av streymlinjunum liggja undir jørð er hesin trupulleiki avmarkaður.

 

Sjálvandi kann SEV ikki gera við um onnur grava káblar av, men hetta, sum vit hava verið vitni til seinastu tíðina er als ikki nóg gott.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at SEV má syrgja fyri at fáa skil á hesum beinanvegin og hevur biðið um fund við leiðsluna á SEV um málið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder