FSF: Lars Olsen hevur sett navn á fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í undankappingardystinum móti Grikkalandi.
Í kvøld kl. 19:45 verður seinasti dystur í føroyska fótbóltsárinum 2014 bríkslaður í gongd, tá A-landsliðið við monnum trínur á Karaiskakis Leikvøllinum í Athen, har grikkar taka ímóti í fjórða undankappingardystinum til EM 2016.
Landsliðsvenjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava seinastu tríggjar vikurnar fyrireika føroysku leikararnir til stóru uppgávuna, ið bíðar, og nú er klárt at senda fyrstu ellivu á vøllin ímóti grikkum.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Christian Lamhauge Holst, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar. Framrættaður miðvallari verður Brandur Olsen, meðan einsamallur í føroyska álopinum frá byrjan verður Jóan Símun Edmundsson.
EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar byrjar kl. 19:45, og sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya vísir beinleiðis frá dystinum. Sendingin í KvF byrjar kl. 19:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald