Vinna

Hesi fingu virðisløn fyri ársins bestu lýsingar

...

2016-01-18 13:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, vóru ársins bestu lýsingar í Føroyum kosnar fríggjakvøldið, 15. januar. Talan var um fýra ymiskar virðislønir, sum føroyski brúkarin hevði møguleika at atkvøða um. Harumframt fekk matostovan Koks ársins herðaklapp frá nevndini fyri slóðbrótandi arbeiði innan føroyska marknaðarføring.

Demokratia vann valið
Við harðari kapping frá øðrum tilnevndum, gjørdist Demokratia vinnarin í kappingarbólkinum ???Ársins statiska lýsing". Hetta fevnir um prentlýsingar, uttandur lýsingar, skelti, prentlutir, plakatir, statiskt tilfar til sosialar miðlar og líknandi. Demokratia vann við eini starvslýsing eftir eins nógvum monnum og kvinnum til 33 leys størv í Føroya Løgtingi.

RFF og TF vunnu triðja árið á rað
Í kappingarbólkinum ???Ársins dynamiska lýsing???, sum fevnir um livandi lýsingar í sjónvarpi, biografi, interneti og líknandi, gjørdist vinnarin Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar. Samstarvsfelagarnir vunnu við sjónvarpslýsingini "Hin dagin, eg hevði skund???. Lýsingin vann við heili 46% av atkvøðunum. Hetta er triðja árið á rað,at Ráðið og Tryggingarfelagið í felag vinna virðisløn í árligu lýsingarkappingini.

VisitFaroeIslands vann á øðrum sinni
Tá besta átakið ella tiltakið á sosialu miðlunum í 2015 skuldi finnast, var kapping rættiliga hørð. Nógv tilnevnd vóru um boðið, men í síðsta enda atkvøddu flest brúkarar fyri vetrafilminum hjá VisitFaroeIslands. Hetta er aðru ferð VisitFaroeIslands vinnur virðisløn í hesi kappingini fyri sínar lýsingarfilmar, ið eru framleiddir til internetið. Síðst var í 2013, tá summarfilmurin vann kappingina.

Føroya Bjór eigur ársins tiltak
Síðsti kappingarbólkur, ið brúkarin hevði møguleika at atkvøða um, var ???Ársins marknaðartiltak???. Í harðari kapping við seg sjálvan, gjørdist árins marknaðartiltak ???Jólakalendarin??? hjá Føroya Bjór. Bryggjaríið hevur ikki loyvi at lýsa við øli í føroyskum miðlum, men tey hava tó víst seg at duga væl at marknaðarføra sína vøru umvegis aðrar miðlar og rásir, eitt nú umvegis áhugaverd marknaðartiltøk eins og hetta vinnaradømið.

Herðaklapp til Koks
Nevndin í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk letur hvørt ár serligt herðaklapp til einstaklingar ella fyritøkur, sum hava framt eitt serstakt ella slóðbrótandi avrik innan føroyska marknaðarføring. Nevndin valdi at lata ársins herðaklapp til matstovuna Koks, sum eftir einans fimm árum hevur megnað at sett seg sjálva, eins væl og alt Føroyar á heimskortið. Hetta hevur Koks megnað, uttan at nýta pengar til vanliga marknaðarføring, men heldur við at brúka útlendsku miðlarnar til egnan fyrimun.

Nevndin metti, at talan er um PR arbeiði í heimsflokki, og at góða úrslitið ikki er komið av sær sjálvum. Talan er heldur um miðvíst og væl fyriskipað PR- og miðlaarbeiði, sum hevur víst seg at bera ávøkstur. Ikki bara ávøkst til Koks, men til alla føroysku ferðavinnuna og Føroyar sum brand.

Meira enn 1.400 Facebook brúkarar valdu at atkvøða í ársins kapping um bestu marknaðarføringina í Føroyum í 2015.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder