Í kvøld er stór veitsla fyri ferðavinnufólk í Føroyum á Hotel Føroyum, fleiri heiðursbrøv eru handað.
Eirik Suni Danielsen á Gjáargarði hevur fingið heiðursbræv, sum ársins eldsál, onnur í uppskotið til henda heiður vóru Fríðun Jacobsen frá Greengate og Maria á Lofti frá Atlantic Airways.
Visit Nólsoy fór avstað við heiðrinum ársins nýbrot, onnur í uppskotið til henda heiður vóru Reika Adventures og Eplafestivalurin.
Nancy Justinussen frá Atlantic Airways var vald til ársins ferðavinnufólk, onnur í uppskotið til henda heður vóru Mimmy Vágsheyg frá Café Fríðu og Sunniva Arge frá Hotel Hafnia.
Ein serligur heiður á ferðavinnudegnum fór til Mariu á Lofti fyri hennara stóra innsats fyri føroysku ferðavinnuna.
Í dómsnevndini sótu Thora Augustinussen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Sølvi Simonarson fyri Kunningarstovurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald