JN

Hesi fáa tað sum leyp av frá Bátastevnuni 2018

...

2018-06-03 10:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fyrradagin hevði bátastevnunevndin eftirmetingarfund, har tey gjøgnumgingu øll tølini fyri stevnuna. Á Facebook skrivar Bátastevnan at "Vit takkað øllum jaligum sálum vit eiga her í bygdini, kommunu og stuðlum. Ein Bátastevna krevur sín mann og kvinnu. Tað er lagt ólønt arbeiði í tímavís hjá jaligum sálum sum vilja skapa nakað fyri bygdina og fólkið."

Peningurin frá Bátastevnuni bleiv býttir soleiðis út:
Postbáturin ??lavur fekk kr. 50.000 at brúka uppá at gera bátin í stand, ??lavur hevur siglt fremst hvørt ár Bátastevnan hevur verið, men soleiðis var ikki í ár av tí at báturin kravdi ábøtur.

Vestmanna ítróttafelag fekk kr. 100.000 til hølir og útgerð.

Kr. 50.000 eru givin til buss til Grønanes.

Vestmanna kvinnur blivu greipuvinnarar í hondbólti í vetur, og tær fáa kr. 50.000 at brúka til Europa Cup.

VÍF fær kr. 150.000 at brúka til ungdómsvenjara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder