Politikkur

Hervør Pálsdóttir nýggja forkvinna í Unga Tjóðveldinum

...

2018-03-10 20:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Unga Tjóðveldið hevði landsfund í dag 10. Mars í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Skráin bjóðaði t.d. uppá framløgu frá stjóranum í Arbeiðseftirlitinum, Leivi Persson, ið greiddi frá um ung og arbeiðsrættindi.

Elsa Berg, ið hevur verið forkvinna í felagnum seinastu 2 árini, legði frá sær, og var Hervør Pálsdóttir vald, sum nýggj forkvinna. Í nýggju nevndini eru vald: Tráin Petursson Nónklett, Brandar Heðinsson, Petur Pauli á Høvdanum, Magnus Heinason Eysturoy, Sára Sondum og ??li Køtlum. Sára Sondum og ??li Køtlum vanta á myndini. Nýggja nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder