Mentan

Hervør Jørgensen heldur flaggrøðurnar í Vágum

...

2015-04-24 14:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sørvágur:

Flaggdagshald verður í Marghøll skúlans, leygardagin 25. apríl kl. 14:00.

Hervør Jørgensen, lærari, heldur røðu, og Sørvágs Tónleikarfelag spælir.

Næmingar møta kl. 13:30 og skrúðgongan byrjar kl. 13:45.

Í sambandi við námsferð til Íslands skipa foreldur og næmingar í 7. flokki fyri kaffisølu.


Skúlin á Giljanesi:

Flaggdagshaldið verður í skúlanum á Giljanesi leygardagin kl.16:00

Børn og vaksin til gongu og á rossabaki ganga í skrúgongu

frá skúlanum í Miðvági kl.15:30

og frá SÍF-húsinum kl.15:40

inn á Nes.

Hervør Jørgensen, lærari, heldur flaggrøðuna og Sørvágs Tónleikarfelag spælir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder