Vinna

Herverk við Gjógv

...

2016-09-26 21:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Síðstu viku varð herverk framt á teknisku útgerðina til ljósið í Gjónni við Gjógv.

Felagið Gjómaður hevur av sínum eintingum sett ljós í Gjónna og vórðu hesi handaði kommununi á stórfingnari hátíðarløtu í september mánað í fjør.

Í síðstu viku hevur onkur verið har og oyðilagt káplar og aðra tekniska útgerð soleiðis, at ljósini slóknaðu. Kommunan hevur haft fólk á staðnum og fingið útgerðina at rigga aftur. Skaðin er mettur at kosta nakrar túsund krónur.

Tað er sera óheppið, at slík útgerð ikki fær frið. Kommunan meldar ikki málið til løgregluna í fyrsta umfarið, men tekur í staðin stig til at tryggja at slíkt ikki hendir aftur.

Av trygdarávum vórðu ljós sett í Gjónna í 2015 og tá man kortini setti ljós í Gjónna, varð mett at tað var bæði skilagott og áhugavert at gera tað soleiðis, at hesi eisini kundu lýsa í litum.

Kommmunan hevur fingið loyvið frá Yvirfriðingarnevndini til, at lata ljósini lýsa til serlig høvi.

Ljósini koma at lýsa aftur í litum síðsta vikuskifti í oktober, tá stóra tiltakið Easy livin verður við Gjógv. Les meira um tiltakiðher.

Kelda og mynd: sunda.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder