2015-06-12 20:50
41 ár gamli Heri Olsen hevur í dag útgivið eitt nýtt føroyskt yrkingarsavn. ??tgávan hevur fingið heitið Yrkingasavnið 31
Heri Olsen er ættaður úr Sandavági, men er í løtuni búsitandi í Keypmannahavn og hevur síðstu árini starvast sum sølumaður.
Savnið 31 er tað fyrsta hann letur úr hondum undir forlagnum Vølvuni.
Góð 100 ár eru liðin síðani Føroya fyrsta yrkingasavn sá dagsins ljós og savnið er eisini hesum til heiðurs.
Í hesum andanum eru samtíðar yrkingar prýddar í eldri búna og vovnar inn í gamla klassiska sniðið.
Hetta gevur savninum eitt litfagurt flog.
Við savninum 31, fara vit saman við yrkjaranum ígjøgnum huga,- og alheim, har vit nema við stóru og tíðarleysu evnini, ið jarðarinnar lív býður okkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald