2015-06-03 21:31
Fyrr í ár skipaði Fiskimálaráðið fyri skeiðum kring landið, har undirvíst var í hvussu man brúkar mønustingarin. Tí í eini kunngerð frá 2013, var ein lóg sett í verk, har tað krevur at tann ið avlívar hval, hevur luttikið á skeiði.
Prógvini fyri at hava luttikið á grindaskeiði at brúka mønustingara kunnu heintast á hesum støðum:
|
Í kunngerð nr. 100 frá 5. juli 2013 um grind er ásett um grindaskeið:
Grindaskeið
§ 18 Frá 1. mai 2015 er tað bert loyvt at avlíva hval, um tann, sum avlívar hval hevur luttikið á skeiði, har hann fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu.
Stk. 2. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á minst 2 tímar. Landsstýrismaðurin góðkennir frálærutilfarið.
Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri luttøku á skeiðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald