Mentan

Her er skráin fyri Tórsfest

...

2015-07-21 22:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Pretty Maids, Basshunter og nøkur av teimum allar best umtóktu føroysku tónleikanøvnini fara á pall í gongugøtuni í Havn nú leygarkvøldið 25. juli frá kl. 16 til 03, tá Tórshavnar Ítróttarráð á øðrum sinni skipar fyri Tórsfest.

Tórsfest var hildið fyri fyrstu ferð í fjør, tá Micheal Learns to Rock og Infernal vóru høvuðsnøvn. Og nú leygarkvøldið verður so gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá ikki minni enn 13 bólkar fara at spæla á Tórsfest 2015.

Skráin, nær bólkarnir fara á pall, sær soleiðis út:
16.00 - Kúllarnir (barnatiltak)
16.45 - Goresquad
17.30 - Synarchy
18.15 - Sakaris
19.00 - Sic
19.45 - Týr
20.30 - Páll Finnur Páll
21.15 - Pretty Maids
22.15 - Frændur
23.15 - Swangah
00.00 - Signar í Homrum
00.45 - Basshunter
01.30 - Hjarnar
02.15 - Byrta

Við øllum hesum bólkunum er lagt er upp til eina stóra tónleikaveitslu mitt í gongugøtuni í Havn, har tónleikur er út í eitt í 11 tímar.

Umframt allan tónleikin, verður eisini spæliland til børnini frá kl. 16 til 21 við hoppiborgum og undirhaldi. Klokkan 16 fara Kúllarnir at undirhalda og aftaná verður myndatøka. Og klokkan 17 kemur klovnurinum Bubu á vitjan. ??ll børn til og við 13 ár hava ókeypis atgongd til Tórsfest.

Atgongumerki til vaksin fáast í forsølu í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo FRAM TIL MIKUDAGIN 22. juli kl. 18 fyri 350 kr. + avgreiðslugjald. Um atgongumerki eru eftir, verða tey seld við dyrnar fyri 400 kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder