FORSETAVITJAN: 15. til 19. mai vitja íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, og forsetafrú, Eliza Jean Reid, í Føroyum. Talan er um fjølbroytta skrá. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.
Mánadagin verður vitjað í Vágum, har íslendski forsetin við fylgi millum annað fær høvið at síggja Musikkskúlan, Hiddenfjord, Gásadal og Krígssavnið. Týsdagin heldur forsetin almennan fyrilestur á Fróðskaparsetri Føroya.
Mikudagin 17. mai verður boðið til móttøku í Løgtinginum og í Tinganes, og síðani verða løgmaður og frú vertir fyri veitsludøgurða.
Hósdagin 18. mai verður vitjað millum annað í Christianskirkjuni og á Bakkafrost í Runavík, áðrenn tíðindafundur verður umborð á Brimli á veg til Havnar.
Íslendsku forsetahjúnini fara av landinum aftur fríggjamorgunin 19. mai.
Sí alla skránna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald