Góðu ólavsøkugestir - góðu føroyingar!
Tað blíðkar fyri hugaðum fólki í Føroyum. Uppgongutíðir eru, og bjartskygni valdar. Fólkatalið veksur støðugt og er nú methøgt. Tey ungu eru farin at støðast betur heima, og alt fleiri ætla sær undir hægri lestur í Føroyum. Summarið hevur verið óvanliga gott, og sólskinssøgur av Hagstovuni um, at fleiri ungar kvinnur í burðarførum aldri nú flyta heim, loysa av ræðumyndirnar um Føroyar sum ein komandi kraftdepil fyri Ellis- og Hvíldarheim. Við hetta lag verða vit helst 50.000 í Føroyum áðrenn langt um líður.
Tað gongur ófatiliga væl! Soleiðis tók fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlúter, til um støðuna í Danmark miðskeiðis í 80-unum. Og kanska fer løgmaður at koma til somu niðurstøðu, tá ið hann í morgin fer at greiða okkum frá støðuni í samfelagnum, nú ið farið verður undir eina nýggja tingsetu.
Og tað eru stórir og grundleggjandi spurningar, sum okkara fólkavaldu fara at umrøða í næstum. Høvuðsvinnan skal nýskipast, vit skulu hava eina nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, og so er tað heilsuverkið, sum skal endurskoðast. Hetta eru stórmál, men samstundis so eym og viðbrekin, at líkindini fyri breiðum semjum tykjast mestsum vónleys.
Her renna vit okkum í eitt fyribrigdi, sum er okkum so eyðkent. Sundurlyndið. "Saman at halda varð ei okkum givið", yrkti Hans Andrias Djurhuus longu í 1904 til ein fólkafund, sum varð hildin uppi á Klakki grundlógardagin sama ár. Hans Andrias tykist her at hóma tann tvídrátt millum afturhald og framburð, sum av álvara vísti seg, tá vit nøkur ár seinni fingu tveir politiskar flokkar í Føroyum.
Oyggjabúgvum so líkt, er okkara sjálvsfatan býtt sundur í smærri eindir heldur enn eina heild. Dømini um tað eru so mong. Tað er bygd móti býi, Framleiðslu-Føroyar og almennu Kontórshavn, tað siðbundna har og hitt modernaða her, Fólkakirkjan øðrumegin og mongu trúarsamkomurnar hinumegin, og so er tað politiska tvívíddarspennið yvir bæði vinstra-høgra og samband-loysing. Í hesum meldrinum av antin-ella tvístøðum skulu vit finna okkara felags tjóðarsamleika.
Er tað nakað at undrast á, at hvør dystur í húsinum aftanfyri meg endar 17-16? "Saman at halda, varð ei okkum givið". Soleiðis yrkti meginskaldið í 1904, og vit mugu bara ásanna, at hóast stórur framburður hevur verið í okkara landi síðani Fólkafundin á Klakki, so eru vit, sum her búgva - føroyingar - grundleggjandi lítið broyttir.
Men í okkara ymiskleika og tvørrandi samanhaldi er kortini ein stór andsøgn. ??lavsøkan man vera besta dømið um hesa andsøgn. Neyvan nakrastaðni í heiminum sært tú sum á ólavsøku so nógv fólk ganga í tjóðbúna í samfullar tveir dagar fyri at savnast um alt tað, sum er okkara og bara okkara, um tað, sum ger okkum til eitt fólk, og sum savnar fittan part av okkum øllum her ólavsøkunátt til midnáttarsang at syngja, at vit eru føroyingar, serstøk tjóð.
Vit eru eitt einsháttað, homogent fólk. Ídnir ættargranskarar siga, at tá ið til stykkis kemur, eru vit næstan øll her á landi skyld hvør við annan. Og okkara fremsta frítíðarítriv er at tosa um slekt. Altjóðagerðin sæst ikki á sama hátt her hjá okkum sum aðrastaðni. Sjálvt í útlondum kennir tú ein føroying aftur á skræðuni. Kanska áttu vit at miða eftir einum meira eksotiskum blandi í framtíðini, skulu vit ikki ganga undir í innannøring. Ikki tí, tú sært neyvan nakað vakrari og stórbærari enn føroysku kvinnuna í tjóðbúna.
Føroyar taka seg í dag út sum eitt nógv framfarið og væl skipað, demokratiskt samfelag við stórari vælferð. Her eru hákonjunkturar. Soleiðis er ikki allastaðni. Tað er helst ikki ov nógv sagt, at tað brýtur í bæði borð uttan um okkum. Evropa hýkur undir trýstinum av humanitera sorgarleikinum suðuri í Miðjarðarhavinum, har flóttafólk drukna hvønn dag, men uppaftur nógv fleiri reka upp á land við dreyminum um eina mannsømiligari tilveru.
Yvirgangsatsóknir at sivilum málum í framkomnum vestanlondum er vorðin ein óhugnaligur veruleiki. Avlagaðir hópdrápsmenn og rótleysir ungdómar fáa sítt egna reality-show í heimsins fjølmiðlum við at taka sakleys fólk við sær í deyðan í sjúkari fyrigyklan um at verða ríkiliga afturløntir fyri illgerningin handanfyri okkara foldarlív.
Og hvar standa vit so í hesum meldrinum? Føroyski blíðskapurin er tiltikin, og vit syngja, at "stongd var ei bóndans stova, um ókunnufólk kom á leið". Men samstundis himprast vit at hýsa neyðstøddum, sum søkja sær skjól í Evropa, og hóast vit teljast millum tey ríku londini, kundi upphæddin, sum tær almennu Føroyar lata í menningarhjálp óivað verið størri, uttan at tað fór nakað av nøkrum okkara.
Er tað ikki ein mótsøgn, at tað í einum so kristnum landi sum okkara, har vit taka tað sum eina sjálvfylgju, at onnur fíggja okkara vælferð, eru so fá, sum halda, at vit hava skyldu at gáa um tey, sum eru verri fyri enn vit? Ella eru vit farin at stigbenda læruna um næstrakærleika og miskunsemi? Fær fremmandaóttin okkum at tvíhalda um tað homogena eindarsamfelagið? ??tla vit ikki at vera partur av altjóðagerðini? Ella vilja vit sum heimsborgarar bara vera hvílandi limir uttan skyldu at útinna ábyrgd?
Skaldið Heðin Brú segði einaferð, at vit búgva ikki í Føroyum av praktiskum grundum. Tað kunnu vit ivaleyst sanna tann dag í dag, tó at praktisku tvørleikarnir munnu vera lítið fyri at rokna í dag í mun til fyrr. Vit búgva vælsaktans í Føroyum, tí at vit eru fødd og uppvaksin her og kenna á okkum, at her hoyra vit til. Tað er ein grundleggjandi kensla, sum framvegis hevur sítt gildi í einum alt meira globaliseraðum heimi. At tað hevur borið til at búleikast í Føroyum í øldir undir ógvuliga vánaligum korum og kortini ment samfelagið til eitt av teimum framkomnu í heiminum er í veruleikanum eitt bragd - ein hugtakandi og romantiskur tanki hjá øllum okkum, sum eru komin til skorin klæðir.
Men einki kemur av sær sjálvum. Eldhugað hugsjónarfólk - tey, sum droyma fagrar dreymar og vilja gera mun uttan at hava persónligan vinning sum drívmegi - eru tey, sum ganga undan og byggja land. Í 1945 komu tey mannsterk heim aftur - tey, sum øll krígsárini høvdu ligið innistongd í Danmark. At fara aftur til Føroyar var teimum eitt kall. Føroyar høvdu brúk fyri teimum. Drívmegin var ein romantisk og kanska eitt sindur naiv hugsjón. Og hetta var langt áðrenn, at amerikanski forsetin, John F. Kennedy, í minniligari røðu í 1961mælti: mínir landsmenn, spyrji ikki, hvat USA hevur at bjóða tykkum, spyrji heldur, hvussu tit kunnu gagna og menna tykkara fosturland.
Fyrimyndirnar hjá føroysku útisetunum mundu vera fleiri. Vilhelm Magnussen var ivaleyst ein. Hann var í 1936 settur í starv sum serlækni í tuberklasjúkum á Dronning Alexandrines Sjúkrahúsi í Havn og sanatoriinum í Hoydølum. Saman við sínum trúgvu hjálparfólkum ferðaðist hann ótrýttiligur í fleiri ár kring alt landið í báti og til gongu at koppseta allar føroyingar móti hesi herviligu sótt.
Ein annar var helst Rasmussen lækni á Eiði. Í nógv ár frá 1920 røkti hann einsamallur embætið sum kommunulækni í sjeytan ymiskum bygdum fyri norðan í Eysturoy og Streymoy, sum hann ferðaðist til í øllum veðri til gongu um fjøll ella sjóvegis í útróðrarbátum. Og kortini megnaði hann at skriva fleiri virdar fakligar ritgerðir grundaðar á kanningar, sum hann gjørdi í sínum dagliga arbeiði. Hesin hugburður er ikki vanligur millum fólk longur. Individualisman hevur loyst av idealismuna.
Sjúkrahúsverkið bløðir og breiðir reyða løbaran út fyri at lokka ungar føroyingar heim, men í okkara materialistisku tíð, eru vit øll til sølu. Ikki bara læknar, sum vilja vita, hvar teir fáa bestu sømdirnar, politikarar skifta ósmædnir flokk, journalistar fara glaðbeintir yvirum borðið sum spindoktarar og rithøvundar hjá hægstbjóðandi, og ítróttafólk eru nú eisini farin at skifta landslið, um tað tænir persónliga CV-inum. Rótfestur loyalitetur er ómodernaður. At berjast fyri eini søk er ikki longur í hásæti. Nú snýr tað seg um teg sjálvan. Opportunisktiskt svingarí er meira kul og sexut enn avoldaðir lærusetningar um trúfesti og álit.
Framvellandi samskiftistøknin dukar sum ein harður pulsur og krevur, at vit støðugt eru vakin. Vit tráa eftir tí regluliga snildtelefonplinginum, sum var tað turvelvandi drøgg. Við títtreikandi tumlum zappa vit okkum gjøgnum okkara egna, redigeraða veruleika. Tað skal vera lætt og leskiligt. Tíðin er farin frá at dýpa okkum. Mentalt eru vit eisini vorðin fast food brúkarar. Tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald er eitt og tað sama.
Selfiementanin blómar. Í sosialu miðlunum eru dagligar kunningar um lítið og lætt, ætlaðar at sannføra onnur um, hvussu væleydnað vit eru. Og hevur tú ikki við idýlliskum myndareportasjum á sosialu miðlunum dokumenterað tað, tú hevur runnið, hvussu nógv tú ert lætnaður, ella hvat marathon tú fert at renna í næstum, og afturfyri fingið viðurkennandi tumlar í nóg stórum tali, so ert tú ikki væleydnaður.
Eru vit farin at fyrigykla øðrum eina íspunna glæstrimynd av okkum sjálvum? Hvíla vit ikki longur í okkum sjálvum sum fyrr? Eru vit vorðin klókari ella glaðari í okkara tikkandi og plingandi samskiftisøld? Ella síggja vit tvørturímóti eitt vaksandi friðloysi breiða seg? Sama hvussu væleydnað og nøgd, vit siga okkum vera, so er vaksandi talið á ungum, sum hava ilt í sálini, helst dømi um ólag í okkara sjálvsfatan. Vandi er í hvørjari vælferð. Hava vit ov stóran skund? Eru vit vorðin ov kravmikil? Er strembanin eftir markleysum marglæti og ævinligum ungdómi eitt svikaligt lognbrá? Er eyðmjúkleikin lakari í dag? Passar ein gráur mánamorgun ikki inn í okkara Timemanagara?
- Life is what happens while you´re busy making other plans, segði ein klókur maður úr Liverpool einaferð. - Veruliga lívið er løtan, tá ið tú situr og leggur ætlanir um ta lagaligu løtuna. Soleiðis kunnu vit leysliga umskriva regluna í sanginum "Beuatiful boy", sum John Lennon sang á heysti 1980, nakrar fáar vikur áðrenn ein vitleysur maður skeyt hann í køldum blóði.
Havnarmaðurin Jørgen-Frantz Jacobsen var sjáldsama væl gávaður, men honum untust ikki meira enn 37 ár her á fold. Tá hevði hann longu verið nívdur av sjúku í fleiri ár. Í brævi, hann skrivaði á deyðastrá til vinmannin, William Heinesen, er takklæti og eyðmýkd í hásæti, tó at lagnan mundi kennast honum hørð og órættvís. Hann skrivar:
- Eg eri enn sum áður lívinum djúpliga takksamur og fari framvegis at sættast við tess kor, tí tað gevur meira enn tað tekur, ja eg havi longu fingið so nógv, at eg fari ongantíð at hava nakran rætt til at gremja meg. Lívið er stórt og demoniskt, vert at elska og akta. Mínar størstu stundir hava verið, tá ið neistarnir brestu millum sorg og gleði. Og deyðin er í royndum bakgrundin fyri lívsins geniala relieffi.
Og hvat er tað so, sum Jørgen-Frantz er so takksamur fyri? Hvat er tað, sum fær hann at hámeta lívið so, at tað tekur broddin úr bondsku lagnuni? Jú, tað er kærleikin. Tað er listin; tónleikurin og bókmentirnar. Tað er góðskan í menniskjum. Tað er vínið, tað er dansurin, tað er láturin, tað eru tær ljósu summarnæturnar í Føroyum. Tað er alt hetta, sum ólavsøkan snýr seg um. Hvussu umráðandi tað er at stuttleika sær vistu okkara forfedrar longu í miðøld. Í Jøkils kvæði siga teir: Leikum fagurt á foldum, eingin treður dansin undir moldum.
Latið okkum tí varðveita ólavsøkuna og hjúkla um hana. Hon hevur alstóran týdning fyri okkara trivnað og sjálvsfatan. Hon veitir okkum eisini fløvan móti tí óunniliga gjóstri, ið andar á okkum uttan úr heimi. Hvør okkara leiklutur í tí stóra, umbroytiliga heimi verður í komandi árum, kann ivaleyst tykjast ørkymlandi. Hvussu fóta vit okkum tildømis í einum grundbroyttum ella kanska syndraðum Evropasamveldi? Tað er bara ein av mongum spurningum, ið troka á í hesum døgum.
Men hvat vilja vit føroyingar sjálvir? Ella vilja vit nakað sjálvir? Er okkara hugsan enn sum áður, at best man vera sum er? Himprast vit at taka nýggj stig av ótta fyri at missa tað, sum er? Søgan hevur kortini lært okkum, at øll verulig framstig, ið vunnin eru í Føroyum, eru børn av føgrum dreymum um nakað annað enn tað, sum er. Einki er so lívgandi, sum tá ið stórbærir dreymar ganga út. Íslendska fótbóltsævintýrið í Fraklandi í summar er feskasta dømið.
Men eitt upp á seg meira ævintýrligt bragd enn íslendska EM-avrikið varð útint í dag fyri júst 30 árum síðani. Tá kom føroyski víkingurin Ove Joensen inn at landi í Thyborøn á vesturstrond Jútlands eftir at hava róð í fýra vikur í eitt koyr úr heimbygdini Nólsoy til Danmarkar yvirum allan hin vandafulla Norðsjógvin einsamallur maður í lítlum árabáti. Man nakar fara at gera honum hetta bragd eftir? Vit undrast framvegis og spyrja: hvat var hansara drívmegi?
Tá ið hann í sjónvarpinum í 1986 varð spurdur, hví hann setti sær fyri at fara hesa hættisligu ferð á triðja sinni, tók hann øll á bóli við sínum svari:
Eg geri tað fyri Føroyar!
Sigur nakar soleiðis longur?
Eg endi við Hans Andriasi:
Saman at halda varð ei okkum givið,
tí er so lítið burturúr her blivið;
tí enn vit tala, men ov lítið gera.
Samhald má vera!
Takk fyri at tit lýddu á og góða ólavsøku!
Suni Merkistein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald