Mentan

Her er nýggja skráin fyri Summar Festivalin

...

2015-08-08 19:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hesar broytingar eru í skránni fyri Summar Festivalin


Summar Festivalurin hevur avgjørt at broyta skránna í dag. Orsøkin er, at roknað verður við vindi og nógvum regni í kvøld, og ættin er beint inn á stóra pallin á Vágsbøi.

Tí verða ongar konsertir á stóra palli í dag, og pallurin á Torginum verður eisini steðgaður.

Konsertirnar í dag verða allar undir taki - í stóra Tjaldinum og í Badmintonhøllini. Skráin fyri dagin er hendan:

Leygardagur 8. august
15.00: Barnakonsert (Badmintonhøllin)
17.30: Blátt Gras (Tjaldið)
18.30: Jákup Eli (Badmintonhøllin)
19.00: Jógvan Joensen (Tjaldið)
20.30: Jórunn Gudmundsen (Badmintonhøllin)
21.00: The Dublin Legends (Tjaldið)
22.15: Quarter To Three (Badmintonhøllin)
23.00: Enekk (Tjaldið)
00.00: Rannvá Álaberg (Badmintonhøllin)
00.45: Týr (Tjaldið)
01.00: Kim Hansen (Badmintonhøllin)
02.15: Grandma???s Basement (Badmintonhøllin)
02.45: Rockhetjur (Tjaldið)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder