Í sambandi við, at núverandi kommunustjóri hjá Tvøroyrar Kommunu, Jónleyg J. Bech fer í farloyvi, søkti kommunan herfyri eftir kommunustjóra tíðaravmarkað í eitt ár. 8 umsóknir komu inn til starvið, og býráðið samtykti á fundi týsdagin at seta Henrik Weihe Joensen í starvið fram til 1. august 2017.
Henrik Weihe
Joensen er 47 ár, giftur og eigur 3 børn. Henrik er útbúgving løgfrøðingur og
hevur eisini ein MA í almennari leiðslu. Henrik hevur viðkomandi leiðsluroyndir
frá Tilbúgvingarstovni Føroya og MRCC/Tórshavn Radio, umframt at hann hevur
starvast eitt tíðarskeið hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Henrik hevur seinastu
tíðina starvast sum sjálvstøðugur ráðgevi innan trygd, verju, tilbúgving og
løgfrøði. Henrik byrjar í starvinum sum kommunustjóri 1. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald