Henrik Old Landsstýrismaður í samferðslumálum var í morgun á vitjan í Vága kommunu, har hann tosaði við Rósu Samuelsen borgarstjóra um ymisk viðurskifti av felags áhuga.
M.a var møguleikin at gerahálkubreytí kommununi viðgjørdur. Tosað hevur verið í nógv ár um at gera hálkubreyt í Føroyum, uttan at nakað er komið burturúr. Nú verður møguleikin kannaður, um tað ber til at gera hálkubreyt í Vága kommunu.
Tosað var eisini um at fáa gjørtsúkklubreytmillum Miðvág og Sandavág, so tað verður tryggari at ferðast til og frá Skúlanum á Giljanesi á súkklu.
Vága kommuna arbeiðir við at endurskoða býarplanin. Í hesum sambandi var tosað um at gera eina rundkoyring á Giljanesi, sum kemur at geva atgongd til nýtt byggilendi, umframt at verandi hús og skúlin á Giljanesi vera bundin í Landsvegin í hesi rundkoyring.
Innkoyringin til Sarparnar er ikki trygg nokk. Landsvegurin, har innkoyringin er, er breiður og bilar koyra sera skjótt á økinum. Tosað var um at gera eina breyt afturat, so bilar, sum skulu inn á Sarpaveg, ikki forða aðrari ferðslu.
Á fundinum var kunnað um, atrundkoyringiná vegamótinum Giljavegur/Hammershaimbsvegur verður gjørd í summar.
Samanumtikið ein sera jaligur fundur. Partarnir samdust um at hittast aftur um ikki so langa tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald