Politikkur

Hendrik Old var í vinnunevndini tá ið lógin um Vágatunnilin var viðgjørd

...

2016-03-14 10:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tá ið uppskotið frá Finnboga Arge, landsstýrismanni, um fast samband um Vestmannasund, varð viðgjørt í vinnunevndini hjá Føroya Løgtingi ár 2000, tá sat Hendrik Old sjálvur sum limur í vinnunevndini fyri Javnaðarflokkin, tí skuldi hann vita, at tá ið lánini, sum P/f Vágatunnilin stóð fyri eru afturgoldin, tá skuldi tunnilin avhendast landinum til ognar, tað er púra greitt.

At Hendrik Old landsstýrismaður nú vil áleggja okkum vágafólki og norðingum ein eyka skatt, eftir at vit hava goldið lánini í ávikavíst Vágatunnlinum og Norðoyartunnlinum, kann als ikki góðtakast og skal als ikki koma uppá tal.

Tá ið Føroya Løgting játtaði 160,3 milliónir til Vágatunnilin, sum var leiklutur landskassans, so var leiklutur landskassans avgreiddur við hesi játtan,

Ti skal bummgjaldið nú takast av, soleiðis at vit koma undir somu skipan, sum allir aðrir tunnlar eru undir - t.v.s. at landskassin skal yvirtaka raksturin av Vágatunnlinum og Norðoyartunnlinum, tá ið lánini eru goldin.

Jóanis Nielsen, fyrrverandi løgtingsmaður.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder