JN

Helst heimsins størsta føroyakort

...

2015-03-19 02:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í dag varð eitt kort av Føroyum lagt á gólvið í høllini í nýggja skúlanum á Giljanesi, kortið er 6,5 metrar í suður og norð og 4,50 metrar í eyst og vest.

Tað er Føroyaprent, sum hevur gjørt kortið, teir hildu fyri í dag, tá ið kortið var lagt á, at nýggja kortið helst er heimsins størsta Føroyakort.

Kortið er gjørt í mátilutfalli 1:17000 - t.d. er flogvøllurin 10,6 cm langur á kortinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder