2015-09-01 04:28
Fjórða hvørt ár plaga arbeiðspláss í Vágum, og nógva aðrastaðnis í landinum, at fáa kaku frá Jørgin og Fólkaflokkinum á valdegnum. Og munna tey ikki aftur koma á vitjan hesaferð? Tey minnast tykkum eina ferð fjórða hvørt ár, geva tykkum køku, og tað er tað. Men av samfelagskøkuni fáa tit millum lítið og onki.
Teir hava koyrt hópin av pengum í lummarnar á teimum, ið høvdu fullar lummar frammanundan, teir hava rænt pensjónistiskattin fyri at koyra meira í hesar fyltu lummarnar seinasta valskeið; men tey lægri løntu fingu eina skattahækking frá 35 og uppá 40%. Og sleppa teir framat aftur, fara teir at avreiða okkara fiskiríkidømi um allar ævir. Tað hava teir sagt.Um so er, at teir koma út á títt arbeiðspláss valdagin, lat teg ikki lokka til at geva Fólkaflokkinum tína atkvøðu afturfyri eitt køkustykki, tí tú er gloymd/gloymdur dagin eftir, sum vanligt.
Far á val týsdagin og vel Javnaðarflokkin, tí tá fær tú ein størri bita av køku, av samfelagskøkuni.
Gott val
Kristoffur Gaardlykke, valevni hjá Javnaðarflokkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald