Ein stavivilla man hava sníkt seg inn í yvirskriftina hjá Jørgen Niclasen í einum lesarabrævi. Tá ið hann sigur, at ???vit eru ein avrikssamgonga???, so skuldi av røttum staðið: ???Vit eru ein avreiðingarsamgonga???!
Høgni Hoydal
Tær evindaligu spunasøgurnar hjá Fólkaflokkinum tykjast ongan enda taka. Við eini pressu og ???politiskum eygleiðarum???, sum blint endurtaka ósannindini og bluffið, og ikki seta hvørki politiskum ella peningavaldi nakrar kritiskar spurningar ella seta nakran til svars, er tað jú so sára lætt.
Jørgen Niclasen skrivar á Facebook og Vágaportalinum: Vit eru ein avrikssamgonga!
Spunasøgurnar og bluffið eru, at Fólkaflokkurin er so øgiliga effektivur og avrikar so øgiligt. Undanfarna samgonga fekk onki á skaftið, men vit handla! Og Sambandsflokkurin fær so eisini í fjølmiðlum toyggið í hesi følsku søgu fyri ikki at avrika nakað sum helst.
Eitt bragd at bróta niður og buldra til?
Politikkurin ??? fólkaræðið ??? verður lýstur sum ein boksikampur ella ein fótbóltsdystur, har tann sum buldrar til og takklar beinini undan øðrum, uttan at dómarin sær tað, og hvørs áskoðarar rópa harðast, verður útróptur sum sigursharri og dugnaligur. Hóast onki mál er skorað eftir reglunum. Hóast ongin veit, hvat endamálið er við dystinum. Og hóast ongin liðskipari, ongin planur, onki úrslit ella nakað samanspæl er.
Politikkurin verður ikki vigaður eftir, hvør ábyrgdin er fyri fólkinum í landinum, hvørji virði og mál tey hava lovað fólki at arbeiða eftir og fremja, ella hvør ger eitt seriøst og fyrireikað arbeiði og ikki brýtur reglur og rættindi hjá fólki.
Spunasøgur Fólkafloksins eru sjálvandi tómt reyp og at blása seg sjálvan upp. Men tey fara at endurtaka hetta aftur og aftur fyri at villleiða fólk. Tímir onkur at spyrja bara eitt lítið sindur og hyggja at, hvat veruleikin er, so kunnu vit taka nøkur dømi:
1. Fiskivinnupolitikkurin:
Ongin samgonga hevði megnað at gjørt nakað við fiskivinnupolitikkin í 40 ár. Undanfarna samgonga megnaði at fremja eina fiskivinnunýskipan, áðrenn freistin fyri fiskirættindini gekk út 1. Januar 2018 (og áður enn tað kundi tað ikki fremjast). ??ll vórðu hoyrd og allar royndir vórðu gjørdar at fáa breiðar semjur. Fólk í útlondum undraðust á, at hetta kundi eydnast, tí onki land hevði klárað tað áður. At halda ognarrættin til fiskin hjá fólkinum, at fáa útlendskan ognarrætt út, loyva nýggja kapping og útboð, skapa inntøkur til fólkið heldur enn til privatar uppboðssølur ??? umframt at fáa umsitingarætlanir gjørdar fyri stovnsrøktina. Og skipanin riggaði sera væl.
- Men Fólkaflokkurin og stórkapitalurin spunnu saman við fjølmiðlafólki og útlendskum eigarum søguna um, at alt tók ov langa tíð, og at onki riggaði. Rein propaganda og ósannindi.
- Síðani kom Fólkaflokkurin til og breyt alt niður, og spolaði tíðina 40 ár aftur. Gav størstu reiðaríunum alt. Loyvdi útlendingum inn aftur. Og hevur annars ikki ??? nú 700 dagar seinni ??? avgreitt tey lutfalsligu fáu tonsini við vinnuligum royndum og verkætlanum, sum tey varðveittu frá undanfarnu samgongu.
- Nú rópa tey: Fantastiskt avrik! Ja, tað skulu vit halda við. Tað tekur ár at byggja nakað upp ??? til dømis eini hús. Tað tekur sjálvsagt bara ein dag at seta tær stóru maskinurnar á at ríva húsini niður, og síðani lata nøkur fá taka rovini upp.
- Avrik? Ja, eg meini tað!
2. Búskapurin og fíggjarpolitikkurin:
Í fýra ár hevði undanfarna samgonga hvørt ár havt stór avlop á fíggjarlógini, hevði niðurgoldið skuld og sett pening í Búskapargrunn. Samgongan undan, við Fólkaflokkinum á kassanum, hevði í fýra fylgjandi ár havt dundrandi hall. Men eftir einum ári varð tað vent, og avlopini hjá undanfarnu samgongu vóru seinasta árið eins stór og blokkstuðulin.
- Men Fólkaflokkurin (og Sambandsflokkurin og Miðflokkurin) róptu um, at pengarnir ???háfossaðu??? úr landskassanum og at avlopini skuldu verið nógv størri. Tey lovaðu skattafrían samhaldsfasta og at verkafólk skuldu gjalda 30% í skatti. Men alt var bluff og propaganda.
- Eftir einum knøppum hálvum ári, góvu tey teimum, ið eiga mest, stórar skatta- og avgjaldslættar og skerdu m.a. ógvusliga rættindi hjá fólki í tillagaðum starvi.
- Eftir einum ári høvdu tey megnað at vent avlopi á hálva milliard á fíggjarlógini til hall uppá eina hálva milliard. Ein milliard skeiva vegin. Og síðani bert hall og hall.
- Avrik? Ja, eg meini tað!
3. Bústaðir, Búskaparráð, Føroya Tele, SEV, Kringvarpið, hernaðar- og uttanríkismál:
- Bústaðir, ella Húsalánsgrunnurin, sum Tjóðveldi fekk sett á stovn í 1964, hevur síðani gjørt tað møguligt hjá vanligum fólki at seta føtur undir egið borð. Fyrr hevur Fólkaflokkurn støðugt roynt at avtaka hann og selja hann til bankarnar. Nú hava tey brotið grunnin niður og avreitt grunnin til privatar spekulantar.
- Búskaparráðið, ið tað tók ættarlið at byggja upp, til tess at ráðgeva og finnast at búskapar- og fíggjarpolitikkinum til frama fyri fólkið í landinum ??? hava tey avtikið. Enn kunnu vit vóna, at nevndin fyri Landsbankan torir at siga sína hugsan, men neyvan verður tað lætt hjá nøkrum í framtíðini at siga nakað kritiskt um stórkapitalin og politiska valdið.
- Føroya Tele ætlaðu tey at avreiða við at taka netið frá, men djørv fólk steðgaðu tí fyribils.
- Fráboðað er, at SEV skal brótast niður og sundurpettast til stórkapitalin.
- Fráboðað er, at Kringvarpið skal avtakast.
- Og í hernaðar- og uttanríkismálum eru allar avgerðir og rættindi hjá føroyska fólkinum løgd til danskar myndugleikar, meðan vit skulu sita og nikka og kíka.
So avrik hjá hesi samgongu? Ja, eg meini tað!
Nei, her er talan um avreiðing av øllum tí, sum føroyska fólkið í felag hava bygt upp gjøgnum ættarlið.
Tit hava avreitt fólksins ogn, landskassan, bústaðirnar, fólkaræðið og rættindi hjá føroyingum. Til frama fyri eitt fámannaveldi. Og tit ætla at halda fram. Tað er onki bragd at bróta tað niður, sum onnur byggja upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald