Ítróttur

Helgi: Vit kláraðu ikki at lukka dystin

....

2016-01-25 16:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir dystin í Hoyvík í gjár millum H71 og Kyndil fingu vit orð á Helga Hoydal, sum fekk 6 mál.

Sí eisini: Filmsbrot av seinastu løtuni av dystinum her.

Hvussu upplivdi tú dystin?

Ein øgiliga spennandi dystur, har vit leggja eitt sindur betur út. Men vit lova teimum innaftur í dystin, báðir hálvleikirnir eru eitt sindur líka. Vit føra 16-11 í seinna hálvleiki, men lova teimum innaftur í dystin, og teir koma uppá javnt. Áðrenn vit fara frá teimum aftur, tað er eitt sindur spell, at vit ikki fáa lukka dystin, tá vit eru á odda 16-11.

Sí myndir frá dystinum her.

Hví kláraðu tit ikki at lukka dystin?

Eg veit ikki ordiliga, vit hava nakrar trupuleikar við Hørði, sum er stóri strikuspælarin hjá Kyndli, og tað er avgjørt nakað vit skulu arbeiða við, og royna at loysa. Annars riggaði verjan væl.

Tit eru so at siga víðari nú, hvørjum vilt tú helst møta?

Tað er líkamikið fyri okkum, tað verður skeg líkamikið hvat.

Hvat hevur tað at siga fyri dystin, at Bárður fekk beinleiðis reytt kort?

Bárður hevur eina stóra persónligheit á vøllinum. Tað kann gott hava nógv at siga fyri Kyndil. Hann hevur ikki verið við móti okkum fyrr í ár, men hann hevur verið við móti næst besta liðnum hjá okkum, har gjørdi hann eisini ein vørr, hann hevði kanska kunna gjørt ein vørr móti okkum, men alt í alt, hevur tað minni at siga, segði Helgi við JN.fo eftir dystin.

Les um dystin her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder