2015-01-26 02:36
Eftir dystin millum Neistan og H71, hittu við Helga Hoydal hjá H71.
Vit spurdu Helga hví tað endaði við javnleiki.
- Vit fingu ikki stýr á okkara álopsspæl, verjan stóð væl. Vit manglaðu tempo í álopsspælinum.
Vit spurdu so, um H71 skal broyta nakað til næsta dyst.
- Sjálvandi mugu vit broyta okkurt, vit skulu koyra nógv meira uppá kontra, vit skulu hava tempo í álopsspæli, so eri eg sikkur uppá at vit klára at skora meira enn 22 mál.
Les eisini: Sjúrður: Alt er opið enn.
Vit spurdu til síðst Helga, hvat tað hevði at siga at Rói fekk javna uppá brotskast.
- Tað hevur ikki nógv at siga fyri okkum, vit skulu bara vinna dystin í Hoyvík, segði Helgi við JN.fo, beint eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald