Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um viðlíkahald av Selatraðvegnum, settur Akesli V. Johannesen, løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a).
· Verða pengarnir sum eru játtaðir til at bøta um Selatraðarvegin brúktir í ár?
Viðmerkingar:
Vegurin til Selatraðar er ein smalur einbreytaður vegur, har undirlendi er vánaligt í støðum.
Pengar hava ongantíð verið játtaðir til eina samlaða dagføring av vegnum, og tí hevur Landsverk
valt at dagføra og umvæla ringastu strekkini, tá játtan hevur verið til endamálið.
Í ár eru játtaðar 1,5 mió. krónur til at bøta um Selatraðarvegin, men nú vit eru komin út í hálvan november, og framvegis einki er gjørt við vegin, verður spurt, um hesir pengarnir verða brúktir í ár.
Á Løgtingi, tann 14. november 2018
Helgi Abrahamsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald