Eftir seinnu FM-finaluna fingu vit fatur á Helga Hoydal, sum spælir við H71.
Vit spurdu fyrst Helga, hvussu tað er at spæla FM-finaluna, og vita at hesin dysturin kundi avgerða FM.
- Vit vóru fyrireikaðir uppá, at hesin dysturin kundi avgerða FM. Dysturin sjálvur líktist sera nógv fyrru FM finaluni, sum var leikt í Hoyvík. VÍF hevði í dag eitt yvirtal av áskoðarum, og tað ger eisini mun, men okkara áskoðarar vóru fantastiskir í dag, og hetta var ein feitur dystur at spæla.
Síðani spurdu vit Helga, um VÍF var rætti vinnarin.
- Nú hava teir ligið fremst alt kappingarárið, um man hyggur eftir tí, so kann man siga, at teir eru rættir FM-vinnarar. Men høvdu vit tikið gullið, so høvdu teir hugsa, at har kom eitt lið, ið hevði toppað til røttu tíð. Tað er klárt, at um vit høvdu verið klárir frá kappingarbyrjan, so høvdu vit ligið frammanfyri VÍF á stigatalvuni.
Tað er sera harmuligt, at standa her nú, tí vit høvdu ætlað at tríggjar finalur skuldi til.
At enda segði Helgi, at nú vóru teir bara meira uppsettir at vinna FM næsta ár, og tá hava teir eisini meira royndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald